Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jobin aftur í AB

Jákup Ósá

Eins og væntað skiftir Jobin Drangastein til AB.

Tá tað var skriva í bløðunum herfyri at Jobin Drangastein hevði avgjørt at gevast hjá Vìkingi, vóru tað nokk nógv í vónaðu og væntaðu at Jobin fór at koma út á Argir aftur. Tað sama vónaðu teir í nevndini hjá FC Argir, teir hava í kvøld undirskriva ein sáttmála í fyrstu atløgu er at Jobin er á AB liðnum árið restina av hesum kappingarárinum, skrivar heimasíðan hjá AB. 

Ítrottarstjórin á FC Argir, Thomas Juul Sólbjørnsson Thomsen sigur við AB.fo, so skjott vit hoyrdu at Jobin var givin í Víkingi settu vit okkum i samband vid hann um at koma heimaftur og vit eru gladir fyri at hann hevur tikid hesa avgerð.Humørikonet s

Jobin er væl kendur í felagnum og hevur spælt fótbólt fyri AB mestsum øll árini. 

– Fyri meg var hettar ein løtt avgerð at taka um at koma út á Argir aftur. Eg eri uppvaksin í felagnum og vil sjálvandi gera alt eg kann til at vit áhaldandi spæla í fremstu deildini í komandi kappingarári. Eg havi verið glaður fyri mína tíð hjá Víkingi, men tað vóru tó nøkur ting sum gjørdu at eg tók avgerð um at gevast har. Ov lítil spælitíð á vøllinum var eitt, og eisini var fjarstøðan at skula koyra norður at venja og samstundis passa fulltíðarstarv í Tórshavn vóru við til at gera sítt, sigurJobin Drangastein við AB heimasíðuna. 


Flytingarvindeyga opnar aftur 15 juni, so Jobin sleppur ikki at verða á vøllinum fyrr enn tá, men byrjar at venja aftur við AB liðnum komandi mánadag.