Í ár luttaka íalt 45 fyritøkur, kommunalir og almennir stovnar, og tað er tað mesta nakrantíð.
Tíðindaskriv: Í dag byrjar Jobmatch í Norðurlandahúsinum, og tað verður Heðin Mortensen, borgarstjóri, sum fer at seta starvsstevnuna.
Í ár luttaka íalt 45 fyritøkur, kommunalir og almennir stovnar, og tað er tað mesta nakrantíð.
Høvuðssponsorar til Jobmatch tiltakið eru Bakkafrost og Tórshavnar kommuna. Á starvsstevnuni verða eisini fyrilestrar frá fleiri av teimum, sum hava bás á Jobmatch.
Til ber at kunna seg um skránna á Jobmatch.fo
Dyrnar lata upp kl. 13.00, og setanin verður kl. 13.10.
Tað er ókeypis at vitja Jobmatch, og starvsstevnan er opin til kl. 19.00 í kvøld.




