Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Joe Lynn Turner í Jacqson

Tíðindaskriv

Lagt verður upp til eitt sera spennandi og hugnaligt kvøld, har ein altíð sera vælupplagdur Joe Lynn Turner, sum er kendur frá Rainbow, Deep Purple v.m. kemur at spæla og syngja rock-klassikarar frá sínum drúgva tónleikalívið.

Eisini verður høvi at seta viðkomandi spurningar til hansara drúgvu royndir innan rocktónleik.

Talan er um eina aukustiska framførðslu, og at hjálpa sær við undirspælinum, hevur hann Eyðun Nolsøe og Graham Stewart, sum vit kenna frá Hjarnar, umframt Henning Hjalt Nicodemussen á slagverki.

Tiltakið verður leygarkvøldi 11. mars kl. 22:00

Atgongumerki kosta 375 kr í forsølu og kunnu keypast í Jacqson!

Eisini er møguligt at keypa atgongumerkir online á ebillett.fo.