KÍ váttar at formellu viðurskiftini kring nýggi áleyparan, Joe Zewe, verða í lagi til dystin sunnudagin
Kí váttar at arbeiðsloyvi og onnur formell viðurskifti kring amerikumannin, Joe Zewe, sum í eina góðan mánaða hevur vant við KÍ, verða klár tá farið verður til Sandoyar sunnudagin.
Joe Zewe er 24 ára gamal og kann brúkast í álopinum og úti í høgra borði.




