Joel Cole & Amariel Norðoy fríggjadagin 9. mai kl. 16 – 18
Joel Cole vaks upp í miðjuni í Norður Amerika, í indiansku bygdini Shakopee. Umgyrdur av skógi, áum og opnum slættum lærdi hann at veiða og samla og hetta var til at vekja eitt sterkt tilknýti til náttúruna. Ein holl og djúp vitan um tað organiska tilfarið loyvir Joel at spæla við tær lítlu nuancurnar ímillum konsistens, mynstur og lit. Við at arbeiða uttan tekningar og fá mát loyvir Joel tilfarinum at avgera hvat verður sett saman og hvussu. Listarligu møblarnir, standmyndirnar og vasarnir Joel skapar spæla við markið ímillum list og funktionalitet, og avbjóðar definitiónini av list hjá áskoðaranum.
”From understanding the properties of the materials used, all the way down to the cellular characteristics and longevity, to being acutely aware of the emotional state of everyone involved in the artistic process, I tend to create a story around each piece – a story that reflects not only the intent of the piece, but also a documentation of everything brought to the act of creating the final piece. I believe the process is bigger than the product,” sigur Joel Cole.
Amariel Norðoyer málari og grafikari. Hann hevur sýnt fram ymsa staðni í Europa, USA og Japan, hann er útbúgvin skipasmiðjur. Det Kongelige Danske Kunstakademi, København, 1977-83. Grafiskt skeið, Finland, 1984. Hann hevur m.a. prýtt skúlan í Porkeri, Lágargarð, Tórshavn. Samuels Kirkjuna í Keypmannahavn. Prýtt ymisk tíðarrit og bøkur. Afturvendandi temu hjá Amarial Norðoy eru Skiftandi ljósið, Báturin og Útróðrarbørn, flestu myndirnar eru íblástur frá uppvøkstrinum, Mikladalur og Kalsoyarfjørður.
Farast kann inn á heimasíðuna www.galeriefocus.com og síggja myndirnar sum eru á framsýningini.
Vinmaðurin, tónleikarin og tónasmiðjurin,Holgar Jacobsen, undirheldur við gittara og sangiundir ferniseringini.
Framsýningin er opin til 22. mai: týsdag til fríggjadag kl. 15 til 18, leygardag kl. 16 til 18, eisini er opið eftir avtalu.




