Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jógvan á Lakjuni í heilagt kríggj móti 200

John William Joensen

Jógvan á Lakjuni vil hava tónleikin hjá 200 forbjóðan í Kringvarpinum.

Fríggjadagin greiddi hann løgtinginum frá, hvussu hann í síni tíð sum landstýrismaður í mentannarmálum setti seg í samband við útvapsstjóran, og vildi hava hann at steðga við at spæla 200

Meðan fíggjarkreppan herjar, valdi Føroya løgting at brúka fyrrapartin fríggjadagin at viðgerða rokktónleik. 

Til viðgerðar var broytingaruppskot frá Miðflokkinum um løgtingslóg um Kringvap, tá kjakið kom inn á rokkbólkin 200. Á odda gekk Jógvan á Lakjuni, sum vildi hava tónleikin hjá 200 forbjóðaðan í Kringvarpinum. Jógvan á Lakjuni greiddi tinginum frá, at tá hann var landstýrismaður í mentannarmálum ringdi hann til Kringvarp-stjóran, og vildi hava hann at forbjóða tónleikin hjá 200. 

Bill Justinesen tók undir við Jógvan á Lakjuni, og segði, at 200 hevði gjørt lívð hjá Jenis av Rana til eitt satt helviti. 

Hinvegin helt Høgni Hoydal, at nú Løgtingið var við at føra “taliban-politikk” við at bannað ávísum tónleiki. Hendan viðmerking østi nógvar politikkarar, sum ikki vildu samanlíknast við talibanar. Jógvan á Lakjuni hinvegin segði, at um tað banna 200 merkti tað sama sum at vera ein talibani, ja, so var hann talibani.

vinarliga,
Birgar Larsen
Spot On! management
+(45) 26 17 45 83
+(45) 32 88 68 05
birgar@spotonweb.info / birlar@gmail.com

Harleyfacadeacryl