Evnaríki fuglfirðingurin spælir á Summar Festivalinum
Fuglfirðingurin Jógvan Joensen vann fram sum ein bjørt stjørna í donsku X
Factor kappingin í fjør. Við sannførandi framførslum, framúr musikaliteti
og einum tryggum úttrykki vann Jógvan seg allan vegin í finaluna, har hann
endaði næstfremstur av øllum teimum hundraðtals fólkunum, ið høvdu bjóðað
seg fram í kappingini.Síðani hevur Jógvan arbeitt víðari við sínum tónleiki, og hann hevur latið
útgávu frá sær. EP-útgávan kom fyri jól í fjør og kallast Love That You
Love. Mest spældi sangurin hjá Jógvani er helst sangurin, sum hann gjørdi
til X Factor finaluna. Sangurin kallast Best Kept Secret.Jógvan Joensen spældi á Summar Festivalinum í fjør, og festivalurin er
fegin um at bjóða evnaríka tónleikaranum vælafturkomnum á landsins størsta
tónleikatiltak.




