Á netverksfundinum hjá Norðoya Vinnulívsráði í dag, varð kunngjørt at Jógvan við Keldu hevði valt at leggja frá sær sum samskipari eftir eitt trúgt arbeið fyri nevndina. Sum tøkk fyri stóra arbeiðið, ið hann hevði gjørt, helt Rani Nolsøe, nevndarlimur, røðu, og handaði Jógvani málning, ið Archibald Black hevði málað.
Eftir hetta fekk fráfarandi samskiparin orðið, og nýtti hann høvið at takka fyri nøkur spenandi ár, og vísti á stóra týdning, ið vinnulívið hevur fyri býin og framdryftina. Eisini gleddist hann yvir samstarvið, ið hann hevði havt við øll vinnulívsrekandi.
Aftaná at Jógvan við Keldu hevði havt orðið, kunngjørdi Jan Petersen, formaður í Norðoya Vinnulívsráði, at nevndin hevði valt at seta Jógvan Skorheim í starv sum nýggjan samskipara.
Jógvan Skorheim takkaði somuleiðis fyri álitið og helt fyri, at tað vóru stórir skógvar at fylla, nú fylgjast skuldi í fótasporunum hjá undanmanninum, men í góðum samstarvið við nevndina vildi hann gera sítt til at felagsskapurin skuldi mennast og styrkjast framyvir.



