Í løtuni fáa vit ongar viðmerkingar frá Fólkaflokkinum, men fyrrverandi landstýrismaðurin Jógvan við Keldu er klárur um boð verða eftir honum
Nú veit eingin hvørja niðurstøðu Fólkaflokkurin kemur til – men nú so stutt er til val er tað neyvan ynskiligt at mongu málini hjá samgonguni detta burtur.
Hinvegin er ivasamt um flokkurin fer at velja nýggjan landsstýrismann, tí trupult er hjá nýggjum manni at røkja starvið í Innlendismálaráðnum uppá so stutta tíð.
Ein møguleiki er at Bjarni Djurholm, sum í fyrstu atløgu bleiv útnevndur av løgmanni at røkja skyldurnar hjá landsstýrismanninum í innlendismálum, heldur fram at røkja tær til valið.
Ein annar møguleiki er at fyrrverandi landdstýrismaðurin í Innlendismálum, Jógvan við Keldu, sum jú kennir væl til ráðið og politikkin hjá landdstýrinum verður settur at røkja starvið fram til valið.
Jógvan við Keldu sigur við Norðlýsið, at um Fólkaflokkurin heitur á seg um at fara út í landsstýrið aftur – so er hann klárur til tað.
Ein triði møguleiki er at nýggjur maður verður valdur og her er nærliggjandi at toppskjúttin hjá Fólkaflokkinum í Norðoyggjum, Jákup Mikkelsen, sleppur at royna seg í landsstýrinum.
Hetta hevði eisini givið Fólkaflokkinum eitt nýtt andlit og hevði komið væl við í norðoyggjum, sum seinastu mongu árini hevur verið høvuðsborgin hjá Fólkaflokkinum




