Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jógvan er poppstjørna í Íslandi

Norðlýsið

Klaksvíkingurin Jógvan Hansen hevur lagt Ísland fyri sínar føtur í sangkappingini X-Factor. Fríggjakvøldið vann hann kappingina í stórum stíli

Jógvan Hansen gjørdi bart í stórfingnu íslendsku sangkappingini X-Factor, sum sjónvarpsrásin Støð 2 hevur skipað fyri. Kappingin hevur verið sera væl umtókt og er mest sædda íslendska sjónvarpssending.

Fríggjakvøldið var finalan í kappingini, og Jógvan Hansen skuldi kappast við duettina Hara, ið eru vinkonur hjá honum og teknaðu hann til kappingina av fyrstan tíð.

Jógvan sang tríggjar sangir í finaluni. Tann fyrsti var klasikkarin hjá Lionel Richie, Hello, og tann síðsti var Bon Jovi-hittið It’s My Life. Mittasti sangurin var ein serligur X-Factor sangur, sum báðir finalistarnir sungu, og júst í hesum sanginum hoyrdist tað veruliga, at Jógvan hevði munin á Hara.

Tá úrslitið var kunngjørt í kvøld, vísti tað seg, at Jógvan hevði vunnið stórsigur í kappingini, tí umleið 70 prosent høvdu atkvøtt fyri honum – og tá sluppu føroyingar ikki at atkvøða.

Avrikið hjá Jógvani Hansen man verða eitt tað størsta hjá tónleikara úr Klaksvík í útlandinum. Í 80’unum stóð ein sangur hjá Jørgen Dahl seg sera væl í eini kapping á Radio Luxembourg, og fríggjakvøldið gjørdist Jógvan Hansen av álvara poppstjørna í Íslandi.

Harleyfacadeacryl