Jógvan Hansen hevur ikki sungið nógv á móðurmálinum síðani Kular Røtur fløgurnar komu út.
Tí er hann fegin um nýggju útgávuna VINALÖG, har hann syngur íslendskar sagnir á føroyskum, og Friðrik Ómar syngur føroyskar sangir á íslendskum. Teir hava útgávukonsert í Norðurlandahúainum 24. oktober.
Hetta er eitt frálíkt hugskot. Soleiðis ljóðar allastaðni, tá sagt verður frá dupultfløguni, har føroyskir sangir verða sungnir á íslendskum og íslendskir á føroyskum. Hugskotið eigur Jógvan Hansen, ið er klaksvíkingur og hevur búð í Íslandi í nøkur ár. Hann og íslendinginum Friðrik Ómar syngja nakrar av størstu klassikarunum í føroyskum og íslendskum nútíðar tónleiki á dupultfløguni og á konsert í Norðurlandahúsinum 24. oktober.
Tað er munur á føroyskum og íslendskum tónleiki, sigur Jógvan Hansen. Vit tosa um tann tónleikin, sum er útkomin seinastu 20-30 árini og til dagin í dag. Tann føroyski er meira fólksligur og vísukendur, meðan tann íslendski er merktur av lagasmíði, ið er vanligari innan popptónleikin.
Jógan hevur lagt til merkis, at føroyskur tónleikur er ikki serliga kendur í Íslandi. – Jú, teir kenna Rasmus, men ein sangur sum Eros, ið er vorðin partur av sangmentan føroyinga, kenna íslendingar ikki. Men nú hann kemur á íslendskum, ivist eg ikki í, at íslendingar fara at taka hann til sín. Tað sama er við teimum tíggju íslendsku sangunum, ið eru umsettir til føroyskt. Kanska eru tveir teirra kendir í Føroyum, men tað eru allir hinir ikki, hóast hvørt mansbarn í Íslandi kennir teir, sigur Jógvan.
Tað sama sigur Bogi Godtfred, ið hevur umsett íslendsku sangirnar til føroyskt. – Jú, eg kendi tveir ella tríggjar framman undan, men hinar kendi eg ikki. Nú, tá eg havi haft sangirnar í oyrunum nakrar mánaðir, skilji eg ikki, at eg ikki langt síðani havi hoyrt teir. Eg havi altið lurtað eftir tí góða lagnum, líka mikið um tónleikurin hevur borið heitið poppur, rokkur, contry, gospel ella vísa, sigur Bogi.
Mær sigur tað so mikið, at hóast talan er um grannalond og grannamál, so er tónleikurin rættiliga fremmandur, tann føroyski í íslandi og tann íslendski í Føroyum. Og tað er eitt endamálið við dupultfløguni, at gera tónleikin meira kendan hvør hjá øðrum, sigur Jógvan.
Hugskot til hini
Norðurlondini
Eg havi presenterað hugskotið hjá Jógvani fyri norðurlendskum journalistum á fundi í Stockholm, sigur Bogi. – Starvsfelagar mínir brúktu orðið genialt um dupultfløguna og hildu tað vera sjálvsagt, at hini Norðurlondini taka táttin upp, so nýggjari tónleikurin í hesum londum í størri mun enn higartil kann gerast felags ogn.
Friðrik Ómar var skjótur at taka undir við Jógvani, tá hann kom við hugskotinum. Teir hava samstarvað fyrr, m.a. á Broadway í Reykjavík, har teir framførdu løg hjá George Michael og Wham fyri fullum húsum vikuskifti aftan á vikuskifti á vetri 2007-08. Fríðrik ikki bara sang, men hevði lagt alla framførsluna til rættis fyri dansarar, kór og orkestur.
Hann er ikki hvør sum helst, hesin Fríðrik Ómar. Ein framúr góður sangari og tónleikari. Einki minni enn ein stjørna í Íslandi við hópin av fløguútgávum at vísa á, hóast hann ikki er meira enn 28 ára gamal. Longu átjan ára gamal hevði hann givið út tvær tær fyrstu fløgurnar. Hann hevur umboðað Ísland í Eurovision Song Contest (Grand Prix) og er kærkomin gestur um alt Ísland við orkestri sínum Eurobandinum, har Jógvan eisini stundum hevur verið gestasangari.
Gleða seg til
konsertina
Fríðrik hevur stóra virðing fyri Jógvani og hansara dygdum sum sangari. – Fríðrik hevur sagt mær, at hann vildi hava Jógvan at syngja saman við sær á Broadway, tí hann visti, at Jógvan var ein av teimum fáu, ið kundi gera tað nóg sannførandi, sigur Bogi. – Og Fríðrik hevði púra rætt. Vit sóu George Michael showið á Broadway – Ása, kona mín og eg – og tað var eitt satt upplivilsi.
Allastaðni í Íslandi verður vinsæli klaksvíkingurin móttikin við opnum ørmum. Hann hevur úr at gera og kundi lættliga livað av tónleikinum, men Jógvan hevur eisini onnur áhugamál. Hann er útlærdur hárfríðkari og hevur saman við øðrum rikið egna hárfríðkanarstovu í Reykjavík. Men nú hevur hann slept saksinum í fyribils eitt ár og er farin at taka eina aðra útbúgving.
Jógvan er fallin væl til í Íslandi, og síðani hann vann X-Factor kappingina, hava uppgávurnar ikki trotið. Hann spælir javnan saman við teimum allar bestu tónleikarunum í Íslandi, og teir spæla eisini undir á dupultfløguni. Tónleikararnir gleða seg allir at koma til Føroya at spæla saman við Jógvani og Friðrik á útgávukonsertini í Norðurlandahúsinum, leygarkvøldið 24. oktober.
Atgongumerki á kr. 240,- fáast á Norðoya Kunningarstovu




