Jógvan Hansen er einasti norðoyingur, sum er í uppskoti til at vinna eina Planet virðisløn.
Jógvan er instillaður í bólkinum Ársins sangari, og hann skal kappast við Heiðrik, Mikkjal G. Hansen, Pætur Zachariasen og Teitur Lassen.
Tey, sum vilja atkvøða fyri Jógvani, skulu senda eini sms-boð við innihaldinum “pla bs 2” til tlf. Nr. 1930.




