Klaksvíkingur hevur fingið ein krossbandsskaða, sum kann vera álvarsamur.
Jógvan Isaksen skifti til AB undan hesum kappingarárinum, men í summar skifti hann AB út við ÍF. Har fekk hann bara 4 dystir, áðrenn hann gjørdist álvarsama skaddur.
– Eg havi fingið ein krossbandsskaða og skal í skannaran seinni. Tá fái eg nærri at vita, hvussu støðan verður. Í ringasta føri skal eg undir skurð, og tá verið eg leingi uttanfyri. Men hetta kappingarárið er í øllum førum farið, sigur Jógvan Isaksen við Norðlýsið.




