Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jógvan Jacobsen, heiðurlimur í Klaksvíkar Ítróttarfelag

John William Joensen

tað var ein sjónliga rørdur Jógvan, sum tók móti viðurkenningini frá Klaksvíkar Ítróttarfelag, ein heiður sum bert tveir áður hava fingið, nevnuliga John Reid Bjartalíð og Einar Waag (eldri)

Umframt at hava verið virkin, sum leikari, nevndarlimur, formaður, er Jógvan Jacobsen framvegis virkin sum dómari í yngru deildunum og fyri hetta bleiv Jógvan Jacobsen á 100 ára gallaveitsluni hjá KÍ útnevndur heiðurslimur.- Eg eri sera takksamur fyri viðurkenningina, og at eg framvegis sleppi at taka lut í felagsarbeiðinum, segði Jógvan Jacobsen tá vit hittu hann eftir at hann varð útnevndur til heiðurslim í Klaksvíkar Ítróttarfelag


Heiðursnevndin
KÍ mannaði eina nevnd í vetur við
Manni Høgnesen, Nichels Lützen og Hans Jakki Mikkelsen. Uppgávan hjá nevndini var at finna fram til heiðurslim og fólk sum høvdu uppiborið heiður.
Fyrsta uppgávan hjá nevndini var at finna nøkur uppskot til heiðurslimir og at finna nøkur kriterir at arbeiða eftir.
Fyri at gerast heiðurslimur hjá felagnum, avgjørdi nevndin at tað skuldi verða ein persónur sum hevði verið virkin í mong ár í felagnum.
Orðsøkin til at tað gjørdist Jógvan Jacobsen, varð at nevdin fann fram til at hann umframt at hava verið virkin sum leikari og vunnið fleiri meistaraheitir (12).  Harumframt hevur hann verið nevndarlimur og formaður eitt tíðarskeið. Tá hann gavst sum aktivur leikari, gjørdist hann dómari í fremstu deildini og seinri árini hevur hann verið fastur dómari í yngru deildunum fram til dagin í dag.
Eftir at Frimand Baldvinson andaðist, hevur Jógvan eisini átikið sær uppgávuna at hava Merkið, flaggið hjá felagnum og Fair Play merkið hjá UEFA um hendi.

Harleyfacadeacryl