Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jógvan Joensen – Leygarkvøldið 9. jan. kl. 20.30 í Tøting.

Tíðindaskriv

Jógvan Joensen kom út við fyrstu útgávu síni fyri jól, hetta er ein sonevnd EP-fløga við 5 løgum, heiti á útgávuni er Love That You Love.

Jógvan er nú á umfatandi tónleikaferð kring Føroyar, har hann við bólki og fullum útblástri, skal vísa fram tað besta av sínum tónleiki, og endbrakið á konsertferðini, verður sjálvandi tá Jógvan vendur heimaftur til Tøting, har hann eigur so nógv spor.

Tey ið mannað bólkin eru:

Jógvan Joensen

Maria Ljósá

Per Ingvaldur H. Petersen

Andreas T. Restorff

Love That You Love fæst til keyps í Tøting.

Áhoyrarin verður eisini forkelaður við einum bonus navni, ið er ungi evnaríki Marni Kruse.

Marni kom eisini við síni fyrstu tónleikaútgávu í summar, ið somuleiðis var ein EP-fløga við 5 løgum á, heitið á útgávuni er Searching For Something I´m Looking For. Kendasta lagi av fløguni, er nokk Boombox Songs, ið hevur verið spælt nógv í útvarpinum.

https://soundcloud.com/marnikrusemusic/boombox-songs

Atgongumerki á 150 kr. (100 kr. fyri limir í Grót), eru at fáa við dyrnar frá kl. 20.00.

Harleywoodpaint