Jógvan Martin Olsen ger her viðmerkingar til hansara fótbóltsframtíð.
Jógvan Martin Olsen ger her viðmerkingar til hansara fótbóltsframtíð.
Jógvan Martin Olsen er ein av royndastu venjarum í Føroyum. Men í 2015 hevur hann tikið ein steðg frá fótbóltinum. Í 2016 er okkurt sum bendur á, at hann vendur aftur til fótbóltin.
Søgur siga, at Jógvan Martin Olsen er venjarin, sum ÍF hevur peikað út til komandi ár. Og Jógvan Martin váttar eisini, at hann hevur minst eitt konkret tilboð úr Effodeildini liggjandi.
– Eg taki støðu, tá kappingarárið er liðugt. So eg brúki hesa tíðina til at taka endaliga avgerð, um eg skal venda aftur til fótbóltin, sigur Jógvan Martin Olsen í stuttari viðmerking.
Hann vil als ikki viðmerkja, hvat ella hvørji lið talan er um. Men keldur hjá Norðlýsinum siga, at Jógvan Martin Olsen er favorittur at taka yvir í ÍF. Tí er ikki óhugsandi, at hann passandi verður kunngjørdur á ÍF ársveitsluni, sum verður 3. oktober ella sama dag, sum kappingin er liðug. Men sum hann sigur, so hevur hann ikki tikið nakra endaliga støðu enn.




