Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jógvan Martin var vónbrotin av KÍ

Jákup Ósá

– Vit høvdu væntað meir av KÍ, sigur Jógvan Martin Olsen, sum heldur at tað var lætt at verja upp fyri KÍ álopsspælinum.

– Vit høvdu væntað meir av KÍ, sigur Jógvan Martin Olsen, sum heldur at tað var lætt at verja upp fyri KÍ álopsspælinum.

Rás 2 tosaði við B68 venjaran eftir dystin í gjár.

– Vit spæla øgiliga væl í fyrr hálvleiki og kundu ført við eini 4 málum. Ikki fyri at vera niðursetandi, men vit høvdu væntað meir av KÍ. Tað virkar sum, at liðið hjá teimum ikki var tendrað og faktisk høvdu vit væntað nógv meira agressivitet og mótstøðu frá teimum. So tað var faktisk nógv lættari dystur, enn vit høvdu mett frammanundan. Teir hóttu okkum ikki uppá nakran máta í opnum spæli. Teir sendu ófatuliga nógvar langar bóltar fram. Tað undraði meg nógv við teimum bóltspælarunum, sum teir hava. Vit hava góðar miðverjar, ið eru sterkir í luftini, so tað var lætt at dekka upp fyri, segði Jógvan Martin Olsen við Rás 2 eftir dystin.