Ein kendur klaksvíkingur í Havn, og limur í KÍ-stuðlar Tórshavn, Jógvan Páll Lassen, heldur at Klaksvíkskappingin er eitt gott tiltak
Skulu vit siga sum er so er kendi sakførarin íðin HB-ari men hann hevur eitt hjartað sum bankar fyri KÍ og Klaksvík.
– Tá felagið KÍ stuðular Tórshavn var sett á stovn var eg skjótu at tekna meg sum lim, tí hóast tað eru mong ár síðan eg flutti úr Klaksvík so eri eg íðin haldri av Norðlýsinum og eg fylgi við stórum áhugað tí sum hedur í KÍ.
– Eg haldið at Klaksvíkskappingin er eitt gott tiltak tí hon er ein blandingur av venjingardystum har liðini tó kýta seg fyri at vinna.
– Eisini liggur hon undan lands- og steypakappingini og er tí ein góð fyrireikan hjá feløgunum til kappingarárið.
KÍ sýndi positivan hugburð
– Skal eg siga sum er so haldi eg at Skála og B36 als ikki kunnu vera nøgd við tað sum liðini sýndu.
– Tann dysturin var snøgt sagt vánaligasti fótbóltsdysturin eg nakrantíð havi sæð og haldi eg at liðini als ongan áhugað høvdu fyri at spæla fótbólt.
– HB liðið kom heldur ikki væl frá sínum dysti men hinvegin haldi eg at KÍ spældi sera væl.
– Serliga haldi eg at ungi leikarin á miðvøllinum hjá KÌ, Høgni Madsen, leikti sera væl og spennandi verður at fylgja honum í ár.
– Eg vil tó undirstrikað at enn er alt ov tíðliga at meta um liðini og taka vit HB liðið so veit eg at teir hesa vikuna hava vant sera hart og hetta haldi eg vit sóu aftur í dystinum, men sjálvandi er tað eingin umbering fyri at tapa so dyggiliga.




