“Annika Olsen hevur sagt, at landspolitikkur og kommunupolitikkur skulu ikki blandast saman, og tí skulu somu fólk ikki vera í fleiri sessum, men longu nú hevur hon blandað alt saman í ein ellubita.” Tað sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvík
“Annika Olsen hevur sagt, at landspolitikkur og kommunupolitikkur skulu ikki blandast saman, og tí skulu somu fólk ikki vera í fleiri sessum, men longu nú hevur hon blandað alt saman í ein ellubita.” Tað sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvík um tað sum komandi borgarstjórin í Havn segði við Kringvarpið í gjár.
Annika Olsen segði, at hon er sinnað at gera semju við landsstýrið um eitt kommunalt útreiðsluloft.
“Er tað nakað, sum kommunurnar hava gingið høgt uppí, so er tað tað kommunala sjálvræðið, men tað hevur hon við einum pennastroki avhendað, soleiðis at vit skulu bara vera ein partur undir landinum, sum skal stýrast av landinum. Tað haldi eg vera langt úti,” sigur Jógvan Skorheim.
“Tað at kommunurnar kunnu handla skjótt og taka egnar avgerðir, tað er tað sum ger, at vit kunnu skapa trivna og dynamik í samfelagnum,” sigur hann.
Trupulleikin er landið
Búskaparráðið hevur víst á, at tað er ikki nóg mikið at landsmyndugleikarnir royna at stýra sínum egna kassa, tí kommunurnar eru vorðnar ein rættiliga stórur partur av heildini. Men hesum er Jógvan Skorheim ikki samdur í.
“Búskaparráðið segði, at kommunurnar eru problemið og tí mugu tær stýrast, men veruleikin er, at kommunurnar skylda fyri tað fyrsta ikki serliga nógv, og sjálvt um tær høvdu skyldað alt tað sum tær hava loyvi at skylda, so dragar tað seg bara um eina góða milliard, sum tær kunnu lána. Samstundis setur landið í verk Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin sum kosta tvær milliardir, og letur SEV útbyggja fyri 700 mió. og setur harafturat eina rúgvu av øðrum tingum í gongd,” sigur hann.
Jógvan Skorheim minnir eisini á, at nógvar av stóru útreiðslunum hjá kommununum eru íløgur, sum landsmyndugleikarnir hava álagt teimum at gera.




