Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jógvan Skorheim: – Klaksvík situr eftir við Svarta Peri!

Jóhann Lutzen

Kjakið um fiskivinnunýskipanina er í hæddini, og Jógvan Skorheim finst nú hvassliga at samgonguni. – Henda støða er mær ógvuliga hugstoytt, og eg kenni meg noyddan at rópa varskó, sigur hann

Kjakið um fiskivinnunýskipanina er í hæddini, og Jógvan Skorheim finst nú hvassliga at samgonguni. – Henda støða er mær ógvuliga hugstoytt, og eg kenni meg noyddan at rópa varskó, sigur hann

Jógvan Skorheim, tingmaður fyri Sjálvstýri og borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, er ikki nøgdur við, hvussu arbeiðið við fiskivinnunýskipanini hevur gingið. – Úr enda í annan hevur samgongan manererað fiskivinnunýskipanina hertil, at Klaksvík nú situr eftir við Svarta Peri, sigur Jógvan Skorheim.

Tað, sum Jógvan Skorheim sipar til, er, at hann longu undir samgongusamráðingunum í august 2015 sat til borðs saman við núverandi samgonguflokkum. Orsøkin til, at Sjálvstýri ikki endaði uppií samgonguni, var serliga fiskivinnunýskipanin. – Alt skuldi kollveltast, og alt skuldi um uppboðssølu. Tað var óskiljandi fyri meg tá, og ikki minni óskiljandi fyri meg í dag, nú vit bert kunnu staðfesta, at øll vinnan er ímóti uppskotinum, og allur fakkunnleiki mælir frá framferðarháttinum og átøkunum í uppskotinum, sigur Jógvan Skorheim og vísir á hoyringspartarnar, sum hava lagt sínar hugsanir fyri løgtingsins vinnunevnd.

– Eg vildi so fegin gjørt eina breiða semju um nýskipan av okkara høvuðsvinnu, men við teimum fortreytum, ið hetta arbeiðið hevur verið skipað eftir, verður nýggja fiskivinnuskipanin ongantíð góð. Hon kann í besta føri geva nakrar krónur í landsskassan, men lítið er vunnið, um framdriftin, framtakshugurin, og ikki minst sterku deplarnir uttan fyri miðstaðarøkið fara fyri skeyti. Okkara samfelag gerst fátækari og framburðurin minni, sigur hann.

Framferðarhátturin hjá landsstýrinum kom eisini til sjóndar, tá ið fiskivinnunýskipanarbólkurin kom uppí leikin, sigur Jógvan Skorheim. – Bólkurin fekk ein bundnan arbeiðssetning, og tilmælini frá serfrøðini rinu ikki við. Landsstýrismaðurin hevði sett sær sítt fyri, og har var einki við at gera. So nýskipanarbólkurin fylgdi harraboðunum og mælti til, soleiðis sum landsstýrið vildi hava tað.

Longu tá ið nýskipanarbólkurin legði fram sítt álit, gjørdi hann vart við, at bundni arbeiðssetningurin forðaði teimum at lýsa aðrar nýskipanarmøguleikar enn tann politiskt álagda, og hendan politiska spennitroyggjan kom enn meir og óhugnaliga til sjóndar, tá ið sjálvur formaðurin í nýskipanarbólkinum alment ávaraði ímóti álvarsomum avleiðingum av pørtum av uppskoti landsstýrisins. Eg taki hattin av fyri formanninum í nýskipanarbólkinum, at hann torir at stíga so erliga fram alment og ávara soleiðis, men samstundis er tað ræðandi og avdúkandi fyri arbeiðsháttin og agendaina hjá hesum landsstýrinum, at ein embætismaður skal noyðast at fara so langt.

Allan vegin ígjøgnum hevur samgongan altso skúgvað til viks tær atfinningar, sum annars hava verið í ríkiligt mát. Flestu samgongulimirnir, sum eru valdir uttan fyri høvuðsstaðin, hava síðani brúkt sína rødd til verju av fleiri pørtum av vinnuni. Sjálvandi, mundi eg sagt, tí hvør einasta samgonguatkvøða er jú hin seytjanda, og hvør berjist fyri sínum. Men meðan onnur lokaløki kunnu takka sínum umboðum fyri verjuna av vinnuni, sum er grundarlag undir allari okkara vælferð, standa klaksvíkingar eftir við Svarta Peri, sigur Jógvan Skorheim.

Hann leggur afturat, at Barentshavið, JFK og Kósin eru lyklaorðini í tragisku søguni um, hvussu uppskotið um nýggja fiskivinnuskipan fer at ávirka norðurøkið. – Kósin er størsta arbeiðspláss í Klaksvík. Tá ið Kósin hevur tað gott, hevur Klaksvík tað eisini gott. Tá ið Kósin er í kreppu, er Klaksvík eisini í kreppu. So einfalt er tað.

Jógvan Skorheim er somuleiðis óttafullur um avleiðingarnar, uppskotið kann fáa fyri lokalsamfelagið norðanfyri. – Eg kann bara staðfesta, at fyritøkur í Klaksvík fara at missa 100tals milliónir í søluvirði longu í komandi ári. Tað kunnu vit ikki bara yppa øksl eftir. Hetta fer at merkja virksemið, kommunukassan og ikki minst hvønn einstakan borgara í kommununi, sigur hann.

– Vit hava øll sæð, hvussu ræðuligar avleiðingar, vanlukkueldurin á virkinum hjá Varðanum Pelagic á Tvøroyri hevur havt við sær. Fleiri hundrað hava mist arbeiðið, og missurin av sólskinssøguni, sum fór upp í eld, er óhugnaliga svárur fyri alt samfelagið sunnanfjørðs. Hóast eg á ongan hátt ynski at samanbera hendan ræðuliga tilburðin í Suðuroy við nakað annað, so kunnu vinnuligu avleiðingarnar av honum minna okkum øll á, hvussu stóran týdning vinnan, virkini og arbeiðsplássini hava fyri gerandisdagin hjá hvørjum einstøkum føroyingi. Og allíkavæl velur samgongan við hesum uppskotinum við beráddum huga at niðurlaða og oyðileggja størsta arbeiðsplássið í Norðoyggjum, Kósina, sigur borgarstjórin.

Hann leggur at enda dent á, at hansara atfinningar ikki bert botna í politiskari ósemju, men eisini í framferðarháttinum í politiska arbeiðnum higartil, sum ikki hevur tikið hædd fyri serfrøðini.

– Hetta snýr seg um nógv meir og er nógv verri enn politisk telving og tvørlyndi. Hetta snýr seg nevniliga um nakað so álvarsamt sum at taka møguleikan frá púra vanligum føroyingum at arbeiða og vinna fyri dagin og vegin. Møguleikanum fyri at uppihalda sær. Tann møguleikan er samgongan í holt við at taka frá alt ov nógum føroyingum, sum liva av fiskivinnuni og tí avleidda virkseminum, hon skapar.

– Til fánýtis hava vit øll bíðað eftir, at onkur við ávirkan fór at sláa nevan í borðið og verja grundarlagið fyri okkara vælferð. Men vit, sum standa á síðulinjuni uttan at klára at telja uppí 17, vit mugu nú halda okkum fast og fáa sum frægast burturúr komandi tíðum, sum við verandi uppskoti verða ómetaliga nógv verri, enn tær kundu verið, sigur Jógvan Skorheim.