– Eg vil komandi árini brúka alla mína politisku orku til býráðsarbeiðið í Klaksvík, sigur borgarstjórin Jógvan Skorheim, ið ikki stillar upp á komandi løgtingsvali
– Eg vil komandi árini brúka alla mína politisku orku til býráðsarbeiðið í Klaksvík, sigur borgarstjórin Jógvan Skorheim, ið ikki stillar upp á komandi løgtingsvali
Jógvan Skorheim, sum er fyrsti eykamaður hjá Sjálvstýrisflokkinum í løgtinginum, stillar ikki upp aftur á komandi løgtingsvali, sum skal haldast í seinasta lagi næsta heyst.
Tað hevur hann í kvøld boðað Sjálvstýrisflokkinum frá.
– Eg ynski at savna alla mína orku um býráðsarbeiðið í Klaksvík. Vit eru mitt í eini spennandi tíð í Klaksvík við einum sera góðum meirilutasamstarvi, sum hevur fingið nógv á skaftið og skal gjøgnumføra fleiri stórar verkætlanir komandi tíðina. Hetta arbeiðið vil eg raðfesta fram um annað politiskt arbeiði komandi árini, sigur Jógvan Skorheim.
– Uppstillingin og valstríðið til eitt løgtingsval er krevjandi, og eg ynski ikki at órógva býráðsarbeiðið við hesum. Vit hava havt eitt sera gott samstarv í meirilutanum, og eg vil við hesari avgerð staðfesta, at eg raðfesti tað samstarvið fram um alt annað politiskt arbeiði í løtuni, sigur Jógvan Skorheim.
Jógvan Skorheim hevur í sløk tvey ár verið borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, har Sjálvstýrisflokkurin, Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin hava meirilutan.
– Vit ætla at fáa veruliga gongd á byggingina av nýggja miðbýnum, vit hava ítøkiligar ætlanir um at fjøltátta bústaðarmarknaðin, vit skulu byggja nýggjan fólkaskúla, og vit skulu annars flyta kommununa inn í framtíðina. Hesum arbeiði ynski eg at verða partur av. Ikki minst tí at samstarvið, sum vit hava havt í býráðsmeirilutanum í næstan tvey ár, hevur verið framúr gott, sigur Jógvan Skorheim




