Norðoyingar kunnu helst vænta sær betri umboðan á løgtingið eftir nýggjár.
Jógvan Skorheim vil ikki gera so nógvar viðmerkingar til, um hann sleppur í løgtingið aftaná nýggjár, tá nýggja samgongan í Klaksvík tekur við.
– Vit hava ikki havt tann partin sum sentralan í samgongusamráðingunum. So vit mugu síggja, hvat býráðið sigur í 2017, tí avgerðin er teirra, sigur Jógvan Skorheim í stuttari viðmerking um spurningin, um hann sleppur at vera í løgtinginum samstundis sum hann er borgarstjóri.
Tá hvørki Jógvan ella Javnaðarflokkurin vilja avvísa, at borgarstjórin sleppur í løgtingið, so er helst góður møguleiki fyri, at norðoyingar fáa eitt eyka umboð í løgtingið eftir nýggjár. Javnaðarflokkurin hevur fyrr ikki verið ímóti, at borgarstjórin er bæði borgarstjóri og løgtingsmaður.




