Norðlýsið hevur sett seg í samband við Jógvan við Keldu, av tí at vit høvdu frætt, at hann hevur verið í Russlandi, men varð sendur úr aftur landinum.
Jógvan, kanst tú í stuttum greiða okkum frá túrinum.
Norðurlandaráðið hevði fund í Vilmanstrand í Finlandi og partur av hesum fundardøgunum var ein ferð inn til russiska býin Vyborg.
Ferðalagið var umleið 100 fólk, sum eru limir í ymiskum nevndum í Norðurlandaráðnum umframt embætisfólk, sum skuldu hyggja at umstøðunum í einum russiskum býi og skuldi vitjanin vera á m.a. einum barnasjúkrahúsi, bókasavni sum var tekna av arkitektinum Alvar Alto.
Inn í Russland
Ferðalagið fór í tveimum bussum við umleið 50 fólkum í hvørjum. Vit komu til finska markið har passini og pappírini annars vóru eftirhugd. Síðani blivi vit koyrd einar 500 metrar til russiska markið, har hugt varð aftur eftir passunum og visum. Eftir hetta koyrdu vit umleið ein kilometur inn í Russland, har tollstøðin aftur skuldi hyggja nærri at pappírunum.
Tá ið farið var inn í tollbúðina og vit vóru innkallaði alfabetiskt og eg stóð fyri tørni, sá eg beinanvegin, at har var ikki alt í lagi.
Hendan unga gentan, í grønum militeruniformi, ringdi onkustaðni og tá komu tveir menn, annar í høgum kasketti og har blivu tingingar aftur og fram.
Steðgaður
Eg skilti at hetta fór at taka tíð og bað tí hini fara víðari, so tey ikki bíðaðu eftir mær. Síðani komu aftur tveir aðrir við kasketti, soleiðis at eg var umgirdur av ikki færri enn fimm tollarum. Ein við brillum hygdi upp á meg álvarsamur og segði "katastrofski".
Eg kundi ikki annað enn nikka og gjørdi meg út til at vera har í einar tríggjar til fýra dagar.
Nú skal eg ikki gera alt ov leingi av, men í stuttum sigið eg beinanvegin við finska guidin, sum var stinn í russiskum, at eg kann ikki góðtaka at tit bíða eftir mær. Tit kunnu fara víðari, so má eg heldur klára meg sjálvan. Men hon svarar, lat okkum nú bíða eitt korter til hálvan tíma.
Ógreitt visa
Eg má siga at eg var flovur av situatiónini, tí eg hevði fingið at vita frá Løgtingsskrivstovuni, at hatta var nóg mikið at sleppa inn í Russland við og satt at siga so helt eg eisini sjálvur at hetta hevði ikki so stóran týdning, tí hetta var bert ein eindagstúrur inn í Russland saman við Norðurlandaráðnum.
Síðani var tingast aftur og fram, tí sum tað sá út, so vildu teir hvørki at bussurin fór víðari uttan meg ella við mær. Sjálvandi argaðu danskararnir meg og hildu, at tað fór helst at blíva betur tá vit fingu sjálvstýri.
Men endin av øllum bleiv, at tá vit høvdu bíða ein tíma, slapp bussurin við hinum luttakarunum víðari inn í Russlandi, ímeðan eg varð hildin eftir í varðhaldi.
Ukraine – Suomi
Nú gekk eg einsamallur í einum rúmi har og fekk veruliga tíð at hugsa um tær bøkur eg hevði lisið um hendingar og ferðafrásagnir úr Russlandi og helt tað satt at siga vera nokk so spennandi at vera aktørur í sjónleikinum.
Endin á øllum hesum var, eftir at eg hevði gingið í ein til hálvanan annan tíma afturat í einum lítlum tøttum rúmi, at fýra mans komu eftir mær og eskorteraðu meg í ein privatbil og fólkini í bilinum sóu líka avfeldig út sum bilurin sjálvur.
Tey dugdu einki av enskum, hon dugdi at siga Ukraine og hann dugdi at siga Suomi. So sigið eg "No Taxi?", so hyggur hann upp á meg og sigur "No Taxi" og koyrdi avstað.
Hvar vit fóru vitsti eg sum so ikki, men hesi fólkini blivu blíðari og blíðari, so skilti eg at vit komu aftur til Russiska markið og fyrsta vinarliga smílið eg sá aftur var tá eg kom til markið í Finnlandi, tá smíltist finski passkontrolørunirn uppá meg, hugdi at passinum og sigur: "Do you want a stamp". Eg sigið "Yes Sir". Og eg ivaðist alla tíðina um eg fór at vera koyrdur til síðis ella hvat fór at henda.
Í Rás 2 hóskvøldið
Men eg bleiv so koyrdur til hotellið. Tá eg spurdi hvat tey skuldi hava afturfyri, søgdu bæði "No,no." Eg gav teimum 1000 rublar, sum er umleið 2-300 krónur.
Eg havi sjáldan sæð glaðari fólk. Henda upphædd er nakað tað sama sum ein sjúkrasystir tjenar um mánaðan í Russlandi.
Jógvan við Keldu, limir í Norðurlandaráðnum og limur í Norðurlendska Mentanargrunninum, fer at greiða nærri frá hesum túrinum í Rás2 hjá Norðlýsinum hódagin kl. 17. (sendingin verður endursend fríggjamorgunin kl. 11:00.)
Jógvan er eisini komin í ein arbeiðsbólk hjá Norðurlandaráðnum í samband við Baltisku londini.




