Telefontíðirnar á býráðsskrivstovuni eiga at verða víðkaðar
til í minsta lagi, tað tær vóru áðrenn 2001
Áðrenn 2001 var býráðsskrivstovan í Klaksvík, hvat telefontænastu viðvíkti, ein fyrimynd fyri aðrar almennar stovnar í landinum.
Telefontíðin var frá kl. 8.00 á morgni til 16.30 ella til kl. 17.00. Tað var tá tikið til bæði av politikarum og embætisfólkum aðrastaðni í Føroyum, at soleiðis átti telefontíðin at vera hjá almennum stovnum soleiðis, at fólk fáa samband við henda týdningarmikla stovn.
Tá nýggj samgonga varð skipað í 2001, var telefontíðin broytt at vera kl. 10 til 12 og frá kl.14. til 16. Hesum mótmælti eg, uttan at tað varð tikið til eftirtektar.
Í oktober mánaði 2002 reisti eg spurningin aftur í fíggjarnevndini, tí eg helt ikki, at býráðsskrivstovan kundi bjóða borgarum hetta.
Eitt sindur víðkað
Býráðslimirnir vóru ikki so ósamdir við meg, og tað varð broytt nakað, soleiðis, at telefontíðin varð frá kl. 10 til kl. 16. Hóast hetta varð frægari, er hetta ikki nóg gott.
Støðan er nevniliga í dag, at telefonin svarar ikki frá kl. 8.00 til 10.00. síðani eru heilt nátúrliga nógvir fundir hjá viðkomandi leiðslu og embætisfólkum frá kl. 10 til 12. Døgverði er frá 12 til 13.
Ofta er tí bert frá kl. 13 ella 13.30, til ber at fáa fatur á viðkomandi fólki í umsitingini.
Eg fari tí sum borgari og fyrrverandi borgarstjóri at heita á leiðslu býráðsins um at fáa víðkað telefontíðina soleiðis, at hon er frá kl. 8 á morgni og, at hon í øllum førum er til kl. 16, ella soleiðis, sum hon var áðrenn 2001.
Eg ivist ikki í, sum eg nevndi í brævi til býráðsleiðsluna 6. januar í 2003, at “flestu mál, kunnu greiðast yvir telefonina og sjálvandi eisini yvir telduna”.
Vit hava brúk fyri eini meiri víðkaðari telefontænastu soleiðis, at borgarin fær ta tænastu hann eigur, og ikki minst nú síðani væleydnaða móttøkan Miðlan, hevur sæð dagsins ljós.
Annars fari eg at ynskja bæði býráði og starvsfólki eitt eydnuberandi nýggjár við vón um at hesi ynski, ikki bert frá mær, men frá borgarum sum heild, verða gingin á møti.
Jógvan við Keldu




