Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jógvan við Keldu: Er Rás 2 einki mætari

(Hannefía Joensen)

Í middagssendingini fríggjadagin tosaði fjølmiðlafólkið hjá Rás 2 við Kitty-Mai Ellefsen, um at hon hevði tikið seg avaftur Sambandslistanum.

Tosið kom m.a. inn á útbyggingina av Vága Floghavn, sum var eitt av málunum, sum fyribils var tileinkisgjørt og sum hon ikki kundi góðtaka at Sambandsflokkurin hevur sett seg ímóti, tí til hetta er fígging fingin.

Ein orsøk sum hon segði harmaði seg var, umftamt sum hon sigur, at “alt liggur sum ein ruin” har, er sjálvandi eisini, at hon er forkvinna í nevndini fyri Floghavnina.

Síðani kemur eleganti, obligatoriski og áhugaverdi spurningurin frá fjølmiðlakvinnuni, “um hetta var fyri at verja lokaláhugamál”!

Nú hevur Rás 2 fingið føroyska flogvøllin, sum øll loftvegis ferðsla gongur um, at vera lokalmál, tí at hann ikki liggur í Havnini.

Við eini so vælútbygdari sentralistiskari “objektivari” útvarpsstøð, sum Rás 2, vísir hetta, at lætt verður ikki í framtíðini at fáa útbyggingar uttanfyri høvuðsstaðin, tí tað tykist ikki, sum Rás 2 er petti mætari enn Kringvarp Føroya, okkara almenni public service stovnur.

Eg eri ræddur fyri, at tá eina valdømið og sentralistisku kringvarpsstøðirnar fara at virka samfeld, vera aðrir gruggutir tónar fyri øll øki uttanfyri høvuðsstaðin.

Jógvan við Keldu