Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jógvan við Keldu, løgtingsmaður: Klaksvíkar Sjúkrahús fyri vanbýti

John William Joensen

Játtanin til Klaksvíkar Sjúkrahús varð serliga skerd frá nítiárunum og er langt frá komin uppaftur sammett við hini sjúkrahúsini, hóast stabilt vaksandi viðgerðartøl

Sum nevnt í røðu míni á løgtingi týsdagin 21. mars, tá løgtingslógin um um- og útbygging av Landssjúkrahúsinum var viðgjørd, so er umráðandi við langtíðarætlanum, ikki bara fyri Landssjúkrahúsið, men serstakliga fyri sjúkrahúsøkið sum heild, tí hetta eru risaupphæddir vit tosa um.
Eg fari tí við hesum í tølum at vísa á hvussu Klaksvíkar Sjúkrahúsi bæði í rakstri og íløgum hevur verið fyri vanbýti,  sammett við sjúkrahúsøkið sum heild, hóast vælvirkandi og stabilt produserandi.
Soleiðis sum løgtingsfíggjarlógirnar hava verið skipaðar og lagdar, hevur ongantíð verið fari djúpri inn í málini, men stórt sæð hava bert nøkur ávís prosenttøl verið løgd afturat hvørjum sjúkrahúsi, og síðani eru, sum árið er farið,  gjørdar ymiskar justeringar soleiðis, at ójavnin bæði í játtanum í heildartølum og í prosentum hava verið tilvildarlig.

Tørvandi játtan
Havast skal í huga, at produktiónin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi hevur verið stabilt vaksandi, og tí hevur av og á verið givið loyvið at brúka av kontoini, sum er til gjald fyri at senda sjúklingar til Ríkissjúkrahúsið, samstundis, eisini, tá fremmandir læknar hava verið á Klaksvíkar Sjúkrahúsi fyri at fáa viðgerðirnar bíligari. Hesin peningur er íroknaður omanfyri nevndu tølini.
Hyggja vit so at tølunum, tá sparingar vórðu byrjaðar í 1989, sæst veruliga, hvussu Klaksvíkar Sjúkrahús er misrøkt sammett við hini, hóast stabilt og vælvirkandi frá 1989 til 2006.
Tølini vísa greiðliga, hvussu Klaksvíkar Sjúkrahús ongantíð kom við aftur eftir kreppuna í nítiárunum, og at nakað nú eigur henda.

Eigur nógv hægri játtan
Tað kundi verið øðrvísið, um rætt var atborið og um seriøst var arbeitt við játtanini, so Klaksvíkar Sjúkrahús var uppi á einum 53 mió. krónum, og soleiðis kundi framt tær viðgerðir, sum áliggur tí.
 Tí verður neyðugt nú at gera eitt størri átak bæði viðvíkjandi játtan til rakstur.

Eysturoyggin og Klaksvíkar Sjúkrahús
Eisini eigur ein neyðug ætlan at verða gjørd, hvussu íløgurnar skulu fremjast á Klaksvíkar sjúkrahúsi komandi árini. Útbygt verður fyri meiri enn hálva milliard krónur á Landssjúkrahúsinum og 150 mió. kr. í Suðuroy og so gott sum einki hevur verið útbygt á Klaksvíkar Sjúkrahúsi síðani 1960, soleiðis at tað liggur í andaleypi viðvíkjandi íløgum.
Tað kemur veruliga til sjóndar, at Klaksvíkar Sjúkrahús hevur verið fyri vanbýti og her eigur vend at koma í, nú Norðoyatunnilin letur upp, og øll Eysturoyggin liggur hálvan til ein tíma nærri sjúkrahúsinum.

Harleywoodpaint