Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jógvan við Keldu, løgtingsmaður: “Public Service” og sentralistarnir

John William Joensen

Kann tykjast, at flytingin av SSL var nakað klossut, men hyggja vit nærri at veruleikanum, er hetta ikki so.
– Tykist meiri løgið, at Útvarpið ikki ger meiri burtur úr strategiska lekanum um ætlanina og hvaðani hann kemur

Seinastu vikuna hevur verið sonn rokan í samband við at stovnurin SSL skal flyta til Tvøroyrar 1. januar 2008.

Lat meg í fyrsta lagi geva teimum rætt, sum siga, at málið kann tykjast klossut handfarið av teirri orsøk, at fjølmiðlarnir bóru boðini, áðrenn starvsfólkið var kunnað.

Men er tað nú so, um vit hyggja at royndunum?

Aðrir møguleikar royndir
Seinastu 25 árini hevur frá ávísum meiriluta verið ynski um, at føroyska samfelagið skal vera annað enn Havnin umsitingarliga, og mong uppskot hava verið frammi um, hvussu almennir landsstovnar skulu flytast út um landið. Føroya Kommunufelag hevði í nøkur ár fyrst í 1980unum eina “desentraliseringarnevnd”, sum bæði arbeiddi fyri at fáa almennar stovnar fluttar út um landið og at desentralisera ávís mál. Hetta varð torpederað frá hægsta staði!

Fyri nøkrum árum síðani fóru ávísir politikarar uttanfyri høvuðsstaðin at tosa saman um hvussu tilbar at fáa stovnar fluttar út, sum kundu rekast minst líka væl, kanska bíligari og við meiri støðuføstum starvsfólki. Íbirtarin var av fjølmiðlum og sentralistiskum politikarum kriminaliseraður.

Flytingin av SSL kann í fyrstu syftu tykjast klossut, men hetta hevur tíverri verið einasti vegur at ganga, tað hava vit eisini fingið staðfest við flytingum av Skipaeftirlitinum, Almanna- og Heilsuskúlanum og nú SSL. Rætt er, at neyðugt verður við aðrari og meiri hóskandi framferð, men tað krevur nakað av politikarum.

Subjektivur tíðindaflutningur
Vit hava í seinastu viku sæð útvarpsstovnin undir okkara sokallaða Public Service, Kringvarpi Føroya veruliga verið í arbeiði, har týðiliga er prógvað teirra subjektiva tíðindaflutning, hvussu hesi fjølmiðlafólk einsrættað og barnsliga hava skorða undir mótstøðuna fyri politisku avgerðini at flyta stovnin út úr høvuðsstaðnum.

Einki nýtt er í, at tá tað hóvar Útvarpinum at manipulera, so gera teir tað. Tað kann tykjast sum um, teir sjálvir hava áhugað at mynda tíðidini heldur enn at geva Føroya fólki eina rætta uppfatan av veruleikanum. – Hetta er ein álvarsom ákæra, men hon er verulig og próvføst, tí er hetta ikki minni álvarsamt. Tað verða hvørki nýggj kringvarpsnevnd ella fjølmiðlaábyrgdaralógin sum fer at broyta hetta, men bara broyttur hugburður fyrst og fremst hjá leiðsluni og síðani hjá tíðinafólkunum.

Stóri trupulleikin í hesum máli er, at ein strategiskur leki hevur verið, men heldur enn at Útvarpið kannar lekan, av eini hvørjari orsøk, sum eg ikki kenni, men kann gita mær til, fer stovnurin eftir landsstýrismanninum, sum undir ongum umstøðum hevur kunnað handfarið málið øðrvísið, um hann vildi hava eitt úrslit.

Thomas Arabo, fyrrverandi stjóri á SSL og landstýrismaður sigur, at ”tað er einki nýtt, at tað lekur í Tinganesi”. Men er tað úti í Tinganesi? Vit kunnu gita uttan at koma til ein sannleika. Men hvar er áhugin hjá okkara “objektiva” Public Service stovni, hevur hann ongan áhuga í at kanna. Nú er Havnin ikki serliga stór, er tað so, at so nógv hongur á sama seymi.

Nei, sannleikin er helst, at Útvarp Føroya og teirra fjølmiðlafólk eru ikki komin longur enn fara í part við Reidari Nónfjall og øðrum mótmælarum, sum bæði úttala seg ábyrgdarleyst og undir ongum umstøðum kunnu prógva, at tað teir siga, er rætt.

Kristian Davidsen, var bæði varligur og kendi ábyrgd, tá hann sum professionellur úttalaði seg, og hann er maðurin, sum fekk skil á rakstrinum av SSL.

Sentralistarnir skriva
Nú hava ymiskir sentralistar úttala seg í bløðunum og tað er einki løgið í tí, eitt nú Høgni Mikkelsen, mín góði vinmaður og partamaður Poul Michelsen, Anfinn Brekkstein, Thomas Arabo og sjálvandi hava Annita á Fríðriksmørk og Høgni Hoydal trongd til at siga “okkurt”, fyri at verja seg politiskt.

Hesi tosa eitt nú um ein “sorlaðan stovn”, um “ótryggleika” um “rossahandil við millumhandli Kyoto og SSL”, um at “stovnurin kundi tað sama verið fluttur til Danmarkar ella Íslands”. Sjálvandi kunnu verða ávísir flutningstruppuleikar í fyrstuni.

SSL hevur minst líka góðar møguleikar at verða væl rikin á Tvøroyri sum í Havnini, tí stóru trupulleikarnir á nógvum almennum stovnum í høvuðsstaðnum er, at bæði leiðarar og starvsfólk steðgað ov stutt, tí tað eru betri størv at fáa. Tey eru júst komin inn í málini, tá hesi skifta, og tí verða so mangir stovnar ikki riknir optimalt.

Nei, var okkara Public Service stovnur ábyrgdarfullur og objektivur, hevði hann ikki handfarið hetta málið so klossut og subjektivt sum gjørt hevur verið.

Lat meg til seinast koma við hesi áheitan á løgmann, “boygna og skinkla nú ikki í hesum máli, men halt fast og lat teg ikki órógva av hesum barnsligu og óbúnu álopum frá Útvarpi Føroya og sentralismuni”!