Við Norðoyatunlinum og øllum aktivum
ið eru, finnast stórir møguleikar
Í fólkafundarrøðu míni á Norðoyastevnu nevndi eg, at “tey ungu tosa um kreppuna, meðan vit, sum eru komin eitt sindur meiri til árs, hóast eg ikki vil viðganga, at eg eri gamal, tosa um kreppurnar. – Kreppur hava verið, kreppa er, og kreppur koma”.
Latið okkum hava í huga, at ein dag so skínur sólin aftur!
Komu undan
Løtan nú, meðan Klaksvík er í lágkonjunkuti, er júst til at sjóseta nýggjar hugsanir og av nýggjum seta út í kortið. Flestu búskaparfrøðingar roknað við, at stutt tíð er eftir á botn í núverandi kreppu, nú og nakað fram eru avleiðingarnar av kreppuni við arbeiðsloysi, onkrir húsagangir, lækkandi skatta- og avgjaldsinntøkur o.s.fr., samstundis sum tað fer at kvinka rætta vegin.
Í fjør var Klaksvík helst fyrsta plássið, sum meldaði út við fíggjarligum trupulleikum, m.a. lat Kósavirkið aftur og síðani eru bygdir/býir aðrastaðni komin kropp á kroppi.
Kreppan í 1950unum gjørdi ikki so nógv um seg í Klaksvík sum aðrastaðni, og í 1990unum var býurin ein tann fyrsti, sum kom undan.
Tað sum vit tíverri síggja bæði í Føroyum og í londunum uttan um okkum er, at tá landskassin kemur á trongd, verða, heldur enn at spara, útreiðslur, sum landskassin eigur at gjalda, lagdar á vinnuna og kommunurnar. Hetta er vandamál.
Hóast nógv hevur verið umrøtt, at Kósavirkið hevur ligið stilt saman við Roykivirkinum, og at hetta er eitt álarsligt bakkast, og má so ella so, koma aftur í gongd skjótast tilber, so hevur býurin heilt nógv at bjóða.
Samstarv og respekt
Sum fyrr nevnt, so segði kendi amerikanski bilkongurin Henry Ford nakað, sum vit veruliga eiga at taka til okkara: “At koma saman er byrjanin, at halda saman gevur framgongd og at arbeiða saman gevur succes”.
Fara vit í søguna, síggja vit m.a. góða samstarvið og djúpu respektina, sum altíð ráddu millum arbeiðsgevarar í Klaksvík og arbeiðarafeløgini, millum handilsfólk og kundar, millum skip og virki og millum fólk og feløg annars.
Hetta var ein orsøk til, at Klaksvík skaraði framúr.
Klaksvík hevur nógv
Við Norðoyatunlinum, handils- og tænastuøkinum í Klingrugarði, og nú eitt spildurnýtt Bónus letur upp fyrsta dagin, hava vit ein savnaðan handils-, tænastu- og skrivstovudepil. Handilslívið í Klaksvík er ríkt og víðfevnt. Eisini eru kendar og vælumtalaðar byggifyritøkur býnum.
Populera svimjihøllin, ítróttahallirnar og ítróttavøllurin, saman við skúlum, Tekniska Skúla, Húsarhaldsskúla, Handarbeiðsskúla, Sjómansskúla, Trygdardepli o.ø., gevur góð arbeiðspláss við framburði saman við Klaksvíkar Sjúkrahúsi.
Kundi hugsa mær at nomið við annað líknandi í seinni greinum, tí her er nógv eftir.
Umráðandi er at hava alsk til heimastaðin, byggja borð fyri báru og skorða undir framgongd.
Spurningurin er tí: “Verður Klaksvík nógv væl seld”, ella “stendur fólkið í býnum nóg væl saman um at selja Klaksvík”?




