Heilar 64 mia. krónur hava síðani 1993 verið í fíggjarlógarlopi
í Danmark.
Alternativið kundi verið ein marginalskattur
við 39 prosentum. Kunnu ikki gera samaberingar í Føroyum.
Frá 1993 til 2001 hevði Danmark javnaðar/radikala stjórn, og í árunum frá 2002 til 2007 var stjórnarsamasarvið millum vinstra/konservativa.
Undir stjórnini 1993-2001 var gjørd ein ætlan um árligan realvøkstur við 1,1 prosenti.
Úrslitið av hesum var ein miðal vøkstur í almennu nýtsluni við 2,4 prosentum ella eitt fíggjarætlanarlop við 120 prosentum.
Undir stjórnini 2002-2007 var ætlanin at økja við 0,8 prosentum árliga, meðan realvøksturin varð 1,6 prosent ella ein øking við 100 prosentum, vísir eitt notat frá CEPOS.
Hesar báðar stjórnir øktu soleiðis fíggjarlógarlopið við 64 mia. krónum, ella við 1,0 prosenti í miðal árliga, sum hevði við sær, at almenni sektorurin økti talið á starvsfólki, sum aftur gjørdi, at minni varð eftir til privata sektorin.
Tupulleikarnir gerast, at uppaftur størri tørvur er á fólki til privata sektorin.
Umframt tað, skal fíggjarlógarlopið fíggjast, og hendir tað við hægri skattum, verður arbeiðsútboðið lækkað. Tí hevur lopið samfelagsbúskaparligan kostnað í stórum.
Sagt verður, at um hesi lop íkki høvdu verið, hevði marginalskatturin fallið fyri øll í arbeiði til 39 prosent. Soleiðis hevði Danmark havt ein marginal-persónsskatt við hægri inntøkum, sum lá niðanfyri USA, Stórabretland og Sveits.
Vónleyst við føroyskum sammetingum
Tað tykist meiri torført at fáa eina samfelda samfelagsbúskaparskipan í Føroyum,m.a. tí trupult er at fáa kommunurnar við í samfelagsroknskapin. Hetta kenni eg frá mínum árum í landsstýrinum.
Seinastu meiri enn 10 árini, hevur landskassin lagt útreiðslur á kommunurnr, uttan at hesar hava fingið nóg mikið í viðurlag, tí eru fleiri orsøkir til, at vónleyst er at gera nakra sammeting við okkara grannasamfeløg. Tað kann tykjast løgið nú í 2008.
CEPOS, sum er danska hugsunnar-rúmið, hevur gjørt frálíkt notat um danska fíggjarlógarlopið seinastu 15 árini.
Hetta áhugaverda notatið frá danska “hugsanar-rúminum” CEPOS kann lesast í heilum líki inni á www.keldu.com
keldu@post.olivant.fo
www.keldu.com




