Eftir at bókin um Blekingegøtuharkaliðið hjá Peter Øvig Knudsen, gjørdist ein bestseller, hevur Henrik Gade Jensen, projektleiðari á Cepos hugleitt í 180 grader um, hvussu tað ber til, at sannleikin ikki er sannur, fyrrenn vinstrivongurin hevur úttalað seg
Ávís øsing hevur tikið seg upp, síðani bókin Blekingagadebanden hjá Peter Øvig Knudsen seinasta ár kom á gøtuna, hóast ikki so nógv víðfevnt nýtt er komið fram um málið, tá fólk úr vinstravendum bortsmannaliði í 1991 vórðu dømd fyri sera álvarslig yvirgangsvirksemi í framd vórðu ígjøgnum fleiri ár.
Bæði núverandi og fyrrverandi politikarar gjørt viðmerkingar og kravt ein størri opinleika um málið, hvat veruliga fór fram.
Tað vóru teir tá, sum royndu at gera meiri burtur úr hesum. Ein teirra var tíðindamaðurin Lars Willemoes, sum skrivaði avdúkandi greinir í Informatión. Men hetta hildu teir ikki vera “gott latín” har á blaðnum. Hann var tí settur frá bíleggingini, tí sovorið kundi ein ikki skriva.
Henrik Gade Jensen vísir við fleiri dømum á, hvussu ágangurin hevur verið á teir, sum tordu at mótmæla grova vinstravenda rákinum í seinna helmingi av 20. øld.
Henrik Gade Jensen, projektleiðari hjá Cepos endar greinina í 180 grader við at vísa á tríggjar “lógargerðir”, sum framvegis eru galdandi fyri tað almenna Danmark:
1. lógin:
Jørðin er ikki rund, fyrrenn tað er staðfest av vinstravonginum.
2. lógin:
Um so varð, at ein borgarligur áðrenn skuldi staðfest, at jørðin er rund, er tað ágangur, propaganda og prógv um avmarkaða sjón , sum uttan iva er fíggjað av stórkapitalinum
3. lótgin:
Um so var, at tað seinni skuldi víst seg, at jørðin hóast alt er rund, er klókt av eini borgarligari stjórn at geva einum javnaðarmanni møguleikan at siga tað.
Áhugaverda greinin hjá Henrik Gade Jensen kann lesast í fullum líki inni á:
www.keldu.com
Kelda 180 grader




