Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jógvan við Keldu stillar ikki upp til býráðsvalið komandi

Oliver Joensen

Landsstýrissessir og býráðssessir kunnu ikki røkjast av sama manni, tí stilli eg ikki upp til býráðsvalið seinni í ár, sigur Jógvan við Keldu.

Fyri stuttum skrivaðu vit at Karsten Hansen frá Tjóðveldisflokkinum ikki stillaði upp til býráðsvalið hesaferð. Nú hevur eisini Jógvan við Keldu kunnað valfelag sítt, at hann stillar ikki upp til býráðsvalið í heyst.
Jógvan við Keldu sigur við Norðlýsið, at orsakað av at hann er landsstýrismaður kann hann ikki eisini røkja ein býráðssess og tí hevur hann gjørt av ikki at stilla upp til býráðið, sjálvt um vit fyrr hava sæð landsstýrismenn stilla upp til býráð, fyri síðani at biðja um farloyvi. Hetta ætlar Jógvan við Keldu sær sum sagt ikki, men at eg ikki aftur verið at síggja á fólkaflokslistanum til eitt býráðsval einaferð seinni er ikki sagt við hesum, sigur Jógvan við Keldu at enda.