Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jógvan við Keldu: Stutt viðmerking!: Er alt so eftirfarandi

Oliver Joensen

Tíverri kann eg ikki bara mær.

Ein viðmerking til Hans Andrias Sølvará.

Nú havi eg í seinastu tíðum fylgt maratonskrivingini hjá søgufrøðinginum Hans Andrias Sølvará, og gjørdi í heilt øðrum viðfangi stutta viðmerking til, hvussu ivaleysur hann kann vera í sínum uppáhaldum, og sum eg nevndi, var eg ikki førur fyri, sum leikmaður, at fara upp ímóti hansara søguligu staðfestingum.

Kann ikki gera við tað, men av og á hugsi eg við mær sjálvum, tá fólk eru so sjálvsikkur ella ivaleys, at tey mangan fyrst fáa sær, ella gera sær eitt úrlsit, og síðani fara tey út eftir skorðum at seta undir.

Nú ein dagin fór eg inn á www.Klaksvík.fo, tí eg hevði brúk fyri nøkrum dagfestingum innan samkomur og kirkjur.

Har stendur m.a.:” Brøðrasamkoman heldur til í egnum hølum, sum vórðu bygd í 1930…”

So rætt sum gjørligt
Tá eg hugdi, hvør hevði skrivað søgutilfarið, stóð omanfyri Hans Andrias Sølvará.

Hugsaði við mær sjálvum, hvussu ber til, at vera so sjálvsikkur um tað, sum hendi fyri 200 ella 1000 árum síðani, og ikki hava kannað tað, sum hendi í seinastu øld.

Betesda, ella brøðurnir, eisini kallaðir, fingu síni fyrstu høli í 1917, sum stóðu omanafyri núverandi Betesda.

Núverandi Betesda varð bygt í 1928.

Eg hugsi bara um “avdriftina”, tá kumpassin er fleiri strikur við síðuna av, tá kósin verður sett. Hetta var bara nakað eg av tilvild sá og kenni.

Eg kann ikki bara mær, men spyrji, um alt er so eftirfarandi? Tað er í øllum førum gott at fáa tað rætt, sum hendur í okkara døgum, so tá næmingar í framtíðini skriva søguligar uppgávur gera tað so neyvt sum møguligt!