Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jógvan við Keldu: Tá stutt er millum sólskinssøgur

John William Joensen

Tvey ólík átøk í vikuskiftinum. Annað var Stjørnan, ið vann hondbóltfinaluna og steypið til ognar – tillukku við tí. Hitt var, at p/f Christian í Grótinum keypti teir fýra trolararnar.

Djúpu kreppurnar í tríatiárunum og í fimtiárunum kom Klaksvík, sammett við onnur støð, væl burutrúr. Um kreppuna í 1990unum er at siga, at hóast hon var djúp fyri Klaksvíkina, var tað júst Klaksvík, sum lá í oddinum, at koma fyri seg aftur.

Hesum skyldast, at vit altíð hava átt óræddar vinnulívsleiðarar, dugnalig fakfólk og fakfelagsaleiðarar og arbeiðssamt fólk, ið hava skilt álvaran í, at tað verða vit sjálvi, ið hava ábyrgd av framgongd í býnum til bata fyri núlivandi og komandi ættarliðið.

Klaksvík hevur eisini altíð átt nýskapanarfólk og idealistar. Eisini hevur býurin, tá á hevur staðið, hildið saman um framtíðarmøguleikar í vinnu og mentan.

Arbeiðsloysi er hvast svør
Fari tí bert við hesum fáu orðum at ynskja Sjørnuni tilllukku við steypinum, sum nú ikki fer úr Klaksvík aftur. Tit góvu ikki eftir í nøkrum!

Ynski p/f Christian í Grótinum eina hepna hond og Harrans signing bæði við hesum trolarunum og við nýggju Norðborg, sum kemur um ta tíðina, tá tjóðfuglur okkara kemur aftur, og ljósari tíðir eru fyri stavn.

Vónandi fer Kósavirkið at lata hurðarnar upp um stutta tíð, so fólk okkara sleppir aftur til arbeiðis, tí arbeiðsloysi er hvast svør. Eisini at nýggjar vinnur eru í ljósmála.

Síðani fari eg at ynskja KÍ og teirra venjarum eina hepna hond í ár, nú vit hava fingið ein nýggjan og heldur tamari bygnað, men sum kann gera hol í sjógvin.. Fyrsta deild, ella nú Formuladeildin, eigur heilt einfalt at liggja á tindinum í Klaksvík.

Bert hesi fáu orð ein kavaklæddan vakran morgun í kvirruni.

Á Garðavegi 09.02.09.
Jógvan við Keldu
keldu@post.olivant.fo
www.keldu.com

Harleywoodpaint