Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jógvan við Keldu: Vit skulu nú longur á leið

John William Joensen

Fyri 30 árum síðani keyptu klaksvíkingar nýtt og vakurt býráðshús, sum vit kundu vera errin av. Tíðin fer frá tí, bæði tí umsitingin er økt, og fer at økjast. Byggistílurin var hesin um tað mundið

Tað mundi vera við stórum áhuga, fólk lósu samrøðuna, Norðlýsið hevði við okkara listamann Edward Fuglø seinastu viku.
Er tað nakar, sum kann tosa um list og estetikk í orðum sum í verki, so er tað júst hesin gjøgnumførdi og dugnaligi listamaðurin.
Í so gott sum øllum førum eri eg samdur við honum í hansara atfinningum, hóast ikki altíð er lætt at fremja í verki útbyggingar og nýskapanir, sum eru tiltrongdar.

Eitt tungt tak
At Klaksvík hevur brúk fyri  nýggjum býráðshúsi, sum eigur at standa longur inni í býnum, er rætt og má koma. Bæði tí at umsitingin er nógv økt, og kemur at økjast meira, umframt at hetta skal vera nakað, sum sigur frá, hvussu býurin er fyri á so mangan ymiskan hátt.
Tó kundi eg ikki annað enn hugsa um, tá núverandi býráðshús varð keypt, og táverandi býráðsformaður Jógvan Isaksen, brendi fyri at fáa hetta framt í verki í 1975/76, sum var eitt ótrúliga stórt framstig, sum nógvir klaksvíkingar vóru ímóti, tí hetta var ov kostnaðartungt. Hetta var tá nógv mest stórsligna býráðshús í Føroyum, sum bæði føringar og útlendingar tóku til, og vit kundu vera errin av. Tíðir broytast, og nú er tíð at hugsa nýtt aftur. Føroyingar sum heild hava annars ikki nýtt nógvan pening uppá umsitingarligar bygningar.

Tá  býráðsmeirilutin 2001 sveik
Eg eri eisini samdur við Edwardi, tá hann tosar um bæði sjónleikarhúsið og/ella mentanarhús. Her skal nakað henda.
Í 1999 setti eg tí eina nevnd at arbeiða við einum tónlista- og mentanar-depli í samband við miðbýarætlanina.  Í nevndina vórðu valdir Jógvan Clementsen, fyrrverandi býráðsskrivari, Ove Frederiksen, fyrrverandi borgarstjóri og Alex Sólstein, fyrrverandi skúlastjóri og kendur tónlistamaður.
Tað sum harmar ikki bara meg, men øll sum hava áhuga í mentan og tónlist er, at tá hesir løgdu góða úrslitið og áhugaverdu verkætlanina á borðið og  boðaðu frá, at kommunan bert skuldi gjalda ein lítlan part, vísti meirilutin í býráðnum, sum tók við í 2001, hetta miskunnarleyst frá sær. Síðani hevur hetta ligið og savna dust.

Hvørji eru hesi fleiri
Fleiri siga, at vit mugu hava gjørt okkum serligan ómak fyri at hava gjørt býin so ljótan, sigur Edward. Her hevur hann helst eitt meiri vakið eyga enn eg og flest onnur, men áhugavert kundi verið at vita, hvørji hesi fleiri eru, og um hesi hava gjørt serlig átøk, fyri at fáa hjápt til at betra um støðuna. So einfalt kann hetta ikki sigast.

Edward takk fyri tína hjartans meining
Tá Edward hevur sagt tað, sum hann hevur at siga, sigur hann, So kann man siga, at eg bara sitið og grenji….
Nei eg haldi ikki, at tað er varhugin fólkið hevur, eftir at hava lisið samrøðuna, men at hann vísir á nakrar sera viðkomandi tættir í okkara lítla og tó so yndisliga samfelag, sum mugu broytast til tað betra, og at vit øll standa saman um tað. Tað er nú Norðoyatunnilin er vorðin veruleiki, at vit í feløg skulu gera átøk, ið merkjast. Nú byrjar framtíðin.
Til seinast, áðrenn eg fari at takka Edwardi fyri hansara meiningar og metingar um tað umhvørvi, sum vit hava liva í, og sum vit ynskja stórliga skal betrast, og sum vit ynskja okkara ungdóm at vaksa upp í,  fari eg at gera vart við, at eg var ein, sum í 1974 og ikki síst í 70unum atkvøddi fyri, at Gamla Klaksvíkin skuldi standa. Nógvar góðar kreftir hava gjørt, at hon kom til heiður og æru. Ikki minst Edward.

Gott Gamla Klaksvíkin varð varðveitt
Orsøkin til, at eg taki hetta fram í hesum viðfangi er, at Bergur Jacobsen, fyri fleiri árum síðani,  í eini av sínum álopsgreinum greiddi øllum Føroya fólk frá, at eg var ein, sum vildi terrorisera okkara umhvørvi við at slætta Gomlu Klaksvíkina við jørðina. Hetta var og er ósatt. Eg gjørdi tó ongar viðmerkingar tá til hansara.
Takk fyri Edward, hetta var ein góð og áhugaverd samrøða um nøkur sera  viðkomandi mál. Vónandi koma fleiri greinar og samrøður av tílíkum uppbyggjandi slagi í Norðlýsið.
Latið okkum øll standa saman um at verja um og geva okkara býi eina heiðurliga framtíð sum okkara komandi ættarlið kann verða errið av.
Vit skulu nú longur á leið. Møguleikarnir eru stórir.