Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jóhan Christiansen heldur fram sum borgarstjóri í Eysturkommunu

Helgi Abrahamsen

Størsti flokkurin verður hildin uttanfyri.

Størsti flokkurin verður hildin uttanfyri.

Tjóðveldi, Javnaðarflokkurin og Framsókn hava skipa samgongu í Eysturkommunu. Jóhan Christiansen (Tjóðveldi) heldur fram sum borgarstjóri og Árni Jacobsen (Javnaðarflokkurin) verður varaborgarstjóri.

Størsti flokkurin á valinum (Fólkaflokkurin), sum fekk 35,4 prosent av atkvøðunum, varð ikki boðin við í samgonguna. Hann fær tó umboð í øllum føstu nevndunum umframt 9 aðrar nevndarsessir.

Nevndarsessirnir verða býttir soleiðis:

Fíggjarnevndin: Jóhan Christiansen, formaður, Gudny Langaard næstforkvinna

Byggi-og býarskipanarnevndin: Tollakur Joensen, formaður, Árni Jacobsen, næstformaður

Vinnu-og havnanevndin: Hanna Jensen, forkvinna, Gudny Langgaard, næstforkvinna

Mentanarnevndin: Hans Mourits Foldbo, formaður, Hanna Jensen, næstforkvinna

Trivnaðarnevndin: Hans Mourits Foldbo, formaður, Hanna Jensen, næstforkvinna

IRF: Tollakur Joensen (varamaður: Hans Mourits Foldbo)

SEV: Hans Mourits Foldbo (varamaður: Tollakur Joensen)

Eldratænastan NÁND: Jóhan Christiansen, Hanna Jensen, Gudny Langgaard

Komandi dagarnar verður yvirskipað samgonguskjal skrivað.