Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Johan Dahl arbeiðsferð í London

Hannefíða Joensen

Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, fer í næstu viku á arbeiðsferð til London. Meðan landsstýrismaðurin er í London, skal hann á fund við Koji Sekimizu, aðalskrivara í IMO, og á fund við Malcolm Webb, forstjóra í Oil & Gas UK.

Vitjað verður eisini í Westminster, har landsstýrismaðurin skal á fund við Angus MacNeil, MP, formann í Føroyanevndini í bretska parlamentinum. Eisini hittir landsstýrismaðurin Malcolm Bell, landsstýrisformann í Hetlandi, meðan hann er í London.

Týsdagin 30. apríl verður skipað fyri einum átaki fyri innbodnum bretskum vinnulívsfólkum, har ið ljós verður varpað á føroyska vinnu. Landsstýrismaðurin fer at hava upplegg um vinnumøguleikar í Føroyum, og Ben Arabo, stjóri í Atlantic Petroleum, og Tummas Justinussen, stjóri í Skansi Offshore, fara at kunnu um fyritøkur sínar.

Mikudagin 1. mai verður skipað fyri flaggdagshaldi í móttøkuhølunum á sendistovuni, har landsstýrismaðurin fer at flyta fram røðu.