Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Johan Dahl meldar seg úr Sambandsflokkinum

John William Joensen

Í brævið til Sambandsflokkin, sent úr Odense leygardagin, meldar Johan Dahl, sum fríggjakvøldið stillaði upp til formann í Sambandsflokkinum, seg úr flokkinum.

Hann boðar samstundis frá at hann ikki fer úr tinginum men at hann verður leysgangari og ferð at stuðla samgonguni í tí sum stendur í samgonguskjalinum.


Til : Starvsnevnd, Tinglimir, Landsstýrismenn, Øll lokalfeløg, Ungmanafelagid Samband og Landsnevnd Sambandsfloksins.

Odense 26.03.2006

Hervid verdur gjørt tykkum kunnugt, at eg frá komandi tingfundi ikki umboðið Sambandsflokkin longur á Føroya Løgtingi og harvið eisini meldi meg úr flokkinum.
Eisini skal verða sagt fra, at eg IKKI gevist í politikki , men haldi fram sum leysgangari í løgtinginum fram til næsta val og komið at stuðla sitandi samgongu í teimum politisku málum sum sett er út í kortið í samgonguskjalinum.
Mánadagin/Týsdagin, verður Løgtingsskrivstovan eisini kunna um hesa støðu mína.

Virðingarmest
Johan Dahl, løgtingsmadur