Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jóhan fekk svar úr Frankaríki

Oliver Joensen

Fløskupostarnir á Føroya Sjómannadegi fara víða um. Úr flestu londum kring um okkum, eru svar komin.

Eitt av teim meira sjáldsomu svarunum fekk Jóhann Hentze fyri kortum úr Fraklandi, svarið er soljóðandi, føroyska úr fronskum:

Góðan dagin øll somul,

Eg havi í morgun funnið fløskupostin á strondini í ST. Gilles. Sí mína adressu.(Omanfyri)

Eg eri fransmaður (frakki) og búgvi í St. Gilles Croix de Vie. Eg eri 50 ár, giftur og pápi at 6 børnum og abbi til ein lítlan drong.

Síggið fram til at hoyra frá tær.

Vinarliga. Lucas Philippe