Borgarstjórin í Eysturkommunu heitir á nýggja samferðslumálaráðharran at hava tunnilin millum Gøtudal og Skálabotn í mentu nú hann skal raðfesta.
Jóhan Christiansen, borgarstjóri í Eysturkommunu hevur lagt eini boð út á sín facebook vanga. Hann hevur fylgt við kjakinum um tunnlar og vísur á hvat Landsverk sigur nú Eysturoyartunnilin nærkast. Hann heitir inniliga á Heðin Mortensen, samferðslumálaráðharra at hava tunnilin millum Gøtudal og Skálabotn við í hansara raðfestingum.
Boðini hjá borgarstjóranum í Eysturkommunu niðanfyri:
Heðin Mortensen Hjartaliga til lukku við nýggja starvinum og blíðan byr.
Nú fólk ressast og vísa á hvar tunnlar, vegir v.m manglar, vil eg vísa á tað Landsverk sigur nú Eysturoyartunnilin nærkast.
Eg endurgevið:
Niðurstøðan hjá Landsverki er sostatt tann sama, sum hon altíð hevur verið mótvegis teimum avbjóðingum, sum eru í sambandi við økta ferðslutrýstið orsakað av Eysturoyartunlinum.
Nevniliga, at rættast er at gera ein tunnil millum Gøtudal og Skálabotn, veg um Skálabotn, og fáa ein nøktandi Innkomuveg gjørdan í Suðurstreymi. Best hevði verið, um hesar avleiddu verkætlanir vóru klárar, tá Eysturoyartunnilin letur upp fyri ferðslu. Øll frágreiðingin kann lesast her
http://www.landsverk.fo/…/goetudalstunnil-og-innkomuvegur-n…
Nú tað onki frættist um Gøtudalstunnilin, hóast serfrøðin vísir á hendan tunnilin sum tann mest átrokandi, og hevur verið tað í langa tíð, vil eg heita á Landsstýrismannin at hava hendan tunnilin í mentu nú hann skal raðfesta.
Gøtudalstunnilin hevði loyst nógv av komandi ferðsluavbjóðingum her í Eysturoy, og er uttan iva tað mest skilagóða íløgan í framtíðar vegakervið her í Eysturoy



