Fyrrverandi U15, U17 og U19 landsliðsleikarin verður at síggja í føroyskum fótbólti eftir summarsteðgin.
Fyrrverandi U15, U17 og U19 landsliðsleikarin verður at síggja í føroyskum fótbólti eftir summarsteðgin.
Jóhan Waag Høgnesen hevur seinastu árini verið í Danmark, har hann hevur spælt fótbólt og gingið í skúla. M.a. hevur klaksvíkingurin spælt á U19 liðnum hjá SønderjyskE og eisini fekk hann fyrr í ár spælitíð á eykaliðnum hjá SønderjyskE. Nú vendur Jóhan nøsina heim aftur.
– Eg flyti aftur til Føroyar í summar. Seinasta hálva árið hava skaðar argað, men nú føli eg meg næstan 100 prosent kláran. Enn er einki avgjørt, hvar eg spæli. Eitt felag hevur spurt seg fyri, men enn veit eg einki konkret um, hvar eg spæli, sigur 18 ára gamli Jóhan Waag Høgnesen við Norðlýsið.




