Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Jóhanna á Bergi heldur Norðoyastevnurøðuna

Tekst og myndir: Dávur Winther

Jóhanna vaks upp á Traðarbrekku í Tórshavn. Pápin var ættaður av Kaldbak og mamman úr Fuglafirði.

Grannalagið var ríkt við nógvum spæli har gáttirnar vóru lágar. Nærmasti og óatskiljiligi spælifelagin hjá Jóhannu var Jákup Veyhe, so til bar ikki at keða seg í uppvøkstrinum, har kreativitetur og hugflog fingu frítt spæla.

Jákup plagar ongkuntíð at taka til, at hóast Jóhanna dámdi væl at grína, so varð hon ”ráðarík” – dámdi og dugdi at  leggja til rættis og finna uppá – Jákup var meira spurin og lagaligur, og dugdi at lata sær siga. Men fyrst og fremst høvdu tey tað stuttligt!

Jóhanna hevur lisið og arbeitt víða um úti í heima og hevur eitt serliga gott máloyra, sum er komið henni væl til góðar í ymsu størvum hennara.

Sum kunnugt hevur Jóhanna verið søluleiðari á Kósini í fleiri ár, stjóri á Faroe Ship, og seinnu árini stjóri á Atlantic Airways. Her hevur hon sjálvandi fingið nógvar royndir og kunnleika – og hevur hon nógv at oysa av eisini.

Jónanna hevur dagligt samskifti við eitt av heimsins stóru flogfeløgum KLM, so Jóhanna kann sigast at vera ein heimsborgari, tó at hon býr á Traðagøtu í Klaksvík.

Tó at hon arbeiðir í teimum ”høgu luftløgunum” hvønn dag, so hevur Jóhanna bæði beini á jørðini, og kann hugsavna seg um og vera partur av einum gerandisdegi við tí, sum er kent í lokalsamfelagnum, Klaksvík.

Áhugavert verður at hoyra Jóhannu hugleiðu, um hvat her rørist og kann rørast í okkara grannalagi, við teimum avbjóðinum, ið hoyra til. Hetta ger Jóhanna ivaleyst við bæði heims- Havna, Fuglafjarða- og Klaksvíksbrillum, sum ger myndina enn meira rúmliga og áhugaverda.

Spennandi verður at hoyar, tí tann ráðlegging, kreativitetur og tað hugflog, sum Jóhanna á Bergi royndi seg við saman við Jákup Veyhe, kann blíva nakað stórt.

Hon hevur fingið roynt seg í ríkiligt mát í meira profesionellu vinnuni, sum stundum eisini gagnnýtir Jákup Veyhe fyri at kunna trekkja uppá smílibondini – Har tey í flestum førum grína at sær sjálvum – uttan at vita tað!?

 

Sunnudagin Kl. 14.00 

Skrúðgonga við Klaksvíkar Hornorkestri, bý- og bygdarráðslim, skótum og ítróttarfólki og Norðoyastevnurøða

Farið verður úr Klaksvíksgarðinum heim í Vágstún, har

Jóhanna á Bergi, stjóri flytur fram røðu.

Klaksvíkar Hornorkestur spælir.