Tíðindaskriv: Í august mánað hevði Jóhanna Jensen verið 20 ár í starvi sum skrivari hjá skúlaleiðsluni, og í tí sambandi varð skipað fyri lítlari hátíðarløtu á Skúlatrøð, har Jógvan Skorheim, borgarstjóri, bar fram eina heilsan og tøkk til Jóhonnu.
Tað var við skúlaársbyrjan í 1996, at Jóhanna Jensen hevði sín fyrsta starvsdag í táverandi Skúlanum við Ósánna, sum nú er partur av samanlagda skúlanum á Skúlatrøð.
Í hesum sambandi var Jógvan Skorheim, borgarstjóri, týsdagin í vikuni á gátt á Skúlatrøð, har skipað varð fyri lítlari hátíðarløtu, har borgarstjórin bar Jóhonnu eina heilsan og tøkk vegna Klaksvíkar kommunu og Klaksvíkar býráð.
Í røðu sínari greiddi borgarstjórin frá, at tey ummæli, sum starvsfelagar bera Jóhonnu bera boð um ein sera dámligan og fyrikomandi persón og eitt starvsfólk við nógvum dygdum og góðum førleikum.
– Eg veit frá tínum stjóra í nógv ár, Símin Petur Hjelm, hvussu stóran prís hann setti uppá teg sum sína høgru hond, og nú vit hava fingið ein samanlagdan skúla her á Skúlatrøð, fært tú sama góða skoðsmál frá Vagn Foldbo, skúlastjóra, sum bara kann bera tær alt tað besta.
– Tað er so gott á einum arbeiðsplássi, at tað eru persónar, sum altíð eru til at líta á, og sum skapa tryggleika við teirra stabiliteti. Eisini tá ið tað til tíðir kann standa eitt sindur á, sum tað altíð ger frá tíð til aðra á so stórum arbeiðsplássum. Her hevur Jóhanna havt ein sera týðandi leiklut sum ein lyklapersónur, ið megnar at siga tingini virðiliga uttan mun til umstøðurnar, og sum ein tí trygt kann venda sær til, sama um ein er næmingur, lærari, starvsfólk, ella um tað er ein av okkum frá kommununi, segði borgarstjórin, sum eisini tók fram ta fyrimyndarligu fíggjarstýring, sum skúlin hevur verið eyðkendur av hesi árini.
Jógvan Skorheim, borgarstjóri, endaði sína heilsan við at handa Jóhonnu eitt blómutyssi og eina gávu sum eina tøkk og við bestu ynskjum um framhaldandi gott samstarv.




