Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

John Havn eigur framvegis heimsmet í egning

John William Joensen

Eftir heimsmeistarakapp-ingina í Egning, sum var í Vestmannaoyggjunum í dag, er greitt at John Havn framvegis eigur heimsmetið.

Tíðin hjá nýggja heimsmeistaranum gjørdist 10 minuttir og 57 sekund, men til egnikappingina í Klaksvík í fjørð hevði John Havn tíðina 8 minuttir og 38 sekund.Sostatt eigur John Havn framvegis heimsmetið og spennandi verður at síggja teirbáðar heimsmeistararnar royna seg til føroyameistarakappingina í egning sum verður 19. august á Stongunum í Klaksvík.