Harleywoodpaint
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

John Jacobsen hevur verið máldómari á Norðoyastevnu í 50 ár

Jákup Ósá – Myndir: Oliver Joensen

Leygardagin var John Jacobsen máldómari á Norðoyastevnu. Hesa uppgávuna hevur hann havt síðani 1966.

 

John Jacobsen sigur við Norðlýsið, at okkurt ár er farið burturímillum, tá hann ikki hevur verið heima.

– Eg havi roynt at passað tað soleiðis, at eg havi verið heima á Norðoyastevnu. Fyrstu ferð eg var máldómari var í 1966. Áðrenn tað róði eg við Klaksvíkingi í tvey ár. Uppgávan hjá máldómaranum er at rópa numrini upp og kika soleiðis, at raðfylgjan er røtt, tá bátarnir fara um málið. Nú er tøknin góð, men siga vit, at upptøkutólini ikki virkar so er tað sum fyrr, at máldómarin eigur avgerðina. Men tað hevur ongantíð verið nakar trupulleiki við ónøgdum bátum, sigur John Jacobsen, sum hevur ein brennandi áhuga fyri føroyskum kappróðri. Hann leggur afturat, at umstøðurnar eru nógv broyttar til tað betra samstundis sum tøknin er blivin nógv betri og hjálpir væl til í dag.

 

Myndirnar tók Oliver Joensen á málinum til Norðoyastevnuróðurin leygardagin.