Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

John Johannessen, Løgtingsmaður skrivar: Barnakekkurin klárur

Norðlýsið

Eftir summarfrítíðina verður verður lættari at vera forsyrgjari og lesandi samstundis.

Málið um barnakekk til lesandi er nú komið á landsstýrisborð

Nú verður næsta stigið tikið í ætlanini um at betra um viðurskiftini hjá lesandi forsyrgjarum.

Hetta stigið inniber eina ætlan um, at forsyrgjarar undir útbúgving skulu fáa ein eyka útbúgvingarstuðul uppá 500 krónur fyri hvørt barnið.

Javnaðarflokkurin hevur alt samgonguskeiðið arbeitt fyri at betra um korini hjá forsyrgjarum, ið ynskja at nema sær eina útbúgving.

Hetta tí, at flokkurin hevur ta sannføring, at allir føroyingar skulu hava javnbjóðis fíggjarligar møguleikar at velja útbúgvingarleiðina.

Fyrsta stigið í ætlanini varð nátt fyri jól, tá løgti ngið samtykti lóg um barsilsskipan fyri lesandi. Hendan barsilsskipanin kom í gildi 1. januar í ár. Við nýggju barsilsskipanini hava fólk undir útbúgving fingið møguleika at vera heima hjá nýføddum ella ættleiddum barni í upp til eitt ár við fullum útbúgvingarstuðuli.

Í dag viðger landsstýrið seinna partin av átøkunum til frama fyri forsyrgjarar undir útbúgving.

Hetta seinna átakið verður helst týdningarmiklasti batin. Tí við hesum fær tann lesandi betri møguleika at vera lesandi og forsyrgjari samstundis, við at upphæddin á lesrarstuðulinum verður hækkað hjá teimum, ið eiga børn.

Hesi bæði átøk hava vónandi við sær, at foreldur ikki verða tvungin út á ófaklærda arbeiðsmarknaðin, men fáa betri møguleika at velja útbúgvingarleiðina og harvið tryggari starvsviðurskifti og forsyrgjarakor í framtíðini.

Kelda: www.john.fo