Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

John Lassen 90 ár.

John William Joensen

Hósdagin, á niklasarmessu, 6. desember, verður ein kendur víkamaður í Klaksvík, John Lassen, 90 ár.

Eins og aðrar klaksvíksingar sum Jógvan Gerðalíð og Jens Paula Joensen, ið báðir hava rokkið hendan aldur, Jógvan í fjør og Jens Pauli nú í heyst, eri eg komin at kenna John ígjøgnum mítt arbeiði á Norðoya Fornminnasavni. Eg má siga, at tað hevur verið gott at havt slíkar fróðarmenn at stiðja seg til, tá ið okkurt søguligt er at spyrja um hjá einum, ið er innfluttur til bygdina, og vil eg bera teimum alt tað besta í okkara samskifti á tí søguliga økinum.
John er føddur og uppvaksin her í Klaksvík, sonur Jóhannes Lassen úr Víkunum og Malenu Jacobsen av Grømma á Viðareiði. Foreldrini búsettust í Víkunum, og har vaks John upp saman við fýra systrum. Har lærdi hann eisini alt sum drongur og hálvvaksin, tað ið kravdist hjá einum, ið skuldi forvinna sær av sjónum og tí sindri, ið jørðin gav.
Í Víkunum, sum tá var eitt týðandi dømi um ein fiski- og traðarmannabýling í Føroyum, var ógvuliga nógv virksemi tá, tí har vóru bæði handlar og reiðarí við sínum skipum og útróðrarbátum umframt annað vinnuligt virksemi, og eitt sindur uttari var so Klaksvíkin við sínum stóra handilsliga virksemi umframt teimum almennu stovnumun, ið vóru har. So í hesum umhvørvi vaks John til mans, og í skúlanum á Eiðinum fekk hann skúlalærdóm.
Eins og aðrir fór John sum ungur til skips, og seinni fór hann uppá skúla og tók skiparaprógv.
John hevur í sínum arbeiði verið nógv á sjónum, men hevur eisini arbeitt uppi á landi, serliga tey seinnu árini, hann var í vinnu.
Nú á ellisárum hevur hann altíð havt okkurt at takast við, hóast tað ikki hevur verið lønandi, t.d. seyðin. Sum hann sjálvur plagar at taka til, at nú var hann niðasti maður á fjalli og ovasti maður í
grind.
Eins og pápin setti John seg á steinarnar hjá forfedrunum í Víkunum, har hann giftist inn við Onnu Mariu Gøthe úr Norðragøtu, og fingu tey fýra børn, ið øll eru vaksin til, gift, og hava John og Anna Maria fleiri eftirkomarar, bæði her í Føroyum og uttanlands.
Anna Mariu verður 96 ár nú leygardagin 1. desember, og henni vil eg eisini bera mína heilsan.
Umframt at vera væl inni í bókligum tilfari hevur John eitt einastandandi minni, og er tað onkur søguligur spurningur frá fyrru helvt av seinastu øld, sum stingur seg upp, so grettir tað ikki, at hann onkunsvegna hevur eitt svar uppá hann. Hetta hava vit á savninum gjøgnum árini havt góðar royndir av. Eisini er hann óførur at skriva upp ymist frá uppvøkstrinum og tí sum hann hevur fingist við í sínum livi, og sum kann verða varðveitt og lýsa ein part av hesi tíðini. Nevnast kann t.d. greinin, hann hevði í FF-blaðnum í 2002, sum minni um tá ið Løvenørn gekk burtur í 1882.
Eg vil her frá savninum ynskja John hjartaliga tillukku við teimum níti árunum, og ynski er at tú framhaldandi kann verða okkum ein hjálp í søguligum spurningum.

Jógvan Ravnsfjall