Norðlýsið hevur gjørt ein dagførdan topp 10 lista yvir mestskorandi leikarar í landskappingini nakrantíð.
Listin er gjørdur útfrá hagtølunum hjá Faroesoccer og erhugt eftir 40 leikarum, ið kundu hugsast at hava skorað nógv mál. Tí er topp 10listin mest sannlíkt rættur. Hagtølini strekkja seg aftur til 1983, men ivasamter, um nakar leikari, ið spældi áðrenn tað, hevur nakran møguleika at koma uppá topp 10, tí nógv færri dystir blivu leiktir fyrr.
Í topp 10 listanum eru 4 av leikarunum framvegis virknir.Serliga 27 ára gamli Arnbjørn Hansen eigur at hava góðan møguleika at komaheilt upp á toppin, um hann spælir í bestu føroysku deildini fleiri kappingarárafturat.
John Petersen liggur á odda og er í løtuni mest skorandi leikarin í føroyskum fótbólti nakrantíð, men munurin er lítil aftur tilSúna Fríða Barbá og Kurt Mørkøre. Í mun til dystartal, so hevur John eisinileikt færri dystir enn hinir. Hjá Kurt kann so viðmerkjast, at hann í fleirikappingarárum hevur leikt í verjuni. Tað sama er galdandi fyri Símun Petur Justinussen,ið liggur á 7.plássi.
Topp 15 listin sær soleiðis út:
| Dystir | Feløg | Mál | ||
| 1 | John Petersen | 193 | B68, GÍ, B36, Skála og AB | 146 |
| 2 | Súni Fríði Barbá | 244 | B68, NSÍ, HB, GÍ og AB | 140 |
| 3 | Kurt Mørkøre | 228 | KÍ, LÍF og B68 | 138 |
| 4 | Jákup á Borg | 327 | B36 og HB | 133 |
| 5 | Christian Høgni Jacobsen | 235 | NSÍ, HB og B68 | 119 |
| 6 | Símun Petur Justinussen | 219 | GÍ | 114 |
| 7 | Arnbjørn Hansen | 174 | EB/Streymur | 116 |
| 8 | Uni Arge | 159 | HB | 112 |
| 9 | Andrew av Fløtum | 230 | HB | 105 |
| 10 | Fróði Benjaminsen | 335 | B68, B36 og HB | 105 |
| 11 | Gunnar Mohr | 208 | HB | 99 |
| 12 | Heðin á Lakjuni | 356 | KÍ, B36, HB og NSÍ | 97 |
| 13 | Rógvi Jacobsen | 205 | KÍ, HB og ÍF | 89 |
| 14 | Hjalgrím Elttør | 283 | KÍ, NSÍ og B36 | 87 |
| 15 | Allan Mørkøre | 280 | KÍ, HB, B36 og AB | 84 |




