– Tað hevur verið hart, men nú byrjar tað at geva úrslit, sigur 29 ára gamli John Ryan, sum seinastu 2 vikurnar undir verkfallinum vandi 2 ferður um dagin, og tað hevur eisini givið ítøkiliga úrslit, tí hann tveitti 7 kilo av sær teir dagarnar.
Tey, sum kenna eitt sindur til føroyskan fótbólt, eru neyvan ósamd um, at John Ryan er ein av evnabestu fótbóltsleikarunum í landinum.
Tað undrar tí ikki, at KÍ hevur gjørt ein innsats fyri at fáa hann aftur at leika fyri besta liðið hjá felagnum.
Og nú er tað eydnast!!
2 venjingar
um dagin!!
Einki er so ringt, at tað ikki er gott fyri okkurt, sigur orðatakið.
Seinastu 2 vikurnar hevur John Ryan nevniliga vant 2 ferðir um dagin nakað sum undir vanligum umstøðum ikki hevði latið seg gjørt, men sum kunnugt hava vit júst havt eitt verkfall, og tað gav honum og Aleksander Djordjevic hendan serliga møguleikan at koma í betri venjingarstøðu.
Hvønn morgun um 10-tíðina hava John og Aleksander vant undir leiðslu av antin Olgari Danielsen hjálparvenjara ella Jan Joensen venjara, sum sjálvandi eru fegnir um hendan styrkin til KÍ-hópin.
Tað hevur
givið úrslit.
– Tað hevur verið hart, men nú byrjar tað at geva úrslit, sigur 29 ára gamli John Ryan eftir tær fyrstu 2 vikurnar við tvífalt so nógvari venjing sum hinir leikararnir í besta KÍ-hópinum.
– Sjálvandi eri eg ikki komin á mál enn í venjingarstøðuni, men eg merki longu góðan mun, tí eg orki væl meira longu, sigur John, sum upp á hesa stuttu tíðina er lætnaður 7 kilo!
Skal styrkja
vinstru síðu.
Sum vinstrabeintur leikari hevur fasta plássið hjá John Ryan verið í vinstra borði, antin á miðvøllinum og kanska mest sum vinstri bakkur, og væntandi er tað eisini hetta plássið á liðnum, at venjaranir hava í huga til John.
Sjálvandi er eingin frammanundan sjálvskrivaður til nakað pláss á liðnum, men greitt er tó, at KÍ í ár hevur havt flestu trupulleikarnar í vinstru síðu ikki minst í verjupartinum.
Verður helst
við á Skála.
Sum Norðlýsið skilir, verður John Ryan helst við í KÍ-hópinum, sum sunnudagin fer út á Skála at leika landskappingardyst nr. 5 í ár.
Hóast talan er um útidyst, er fara teir bláu og hvítu helst eftir øllum trimum stigunum.
Hevur verið
nógv burturi.
– Seinast, eg spældi eitt heilt kappingarár við 1. deild, var í 1999. Síðani spældi eg nakrar dystir í 2000, áðrenn eg fór á skiparaskúla, og síðani havi eg verið nógv burturi, við tað at eg havi siglt, sigur John Ryan, sum nú er komin upp á land aftur at arbeiða í øllum førum fyribils.




