Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

John Syderbø nýggjur vinnu- og mentanarstjóri

Jóhann Lützen

Klaksvíkar býráð hevur tikið avgerð um at seta John Syderbø í starvið sum vinnu- og mentanarstjóri í Klaksvíkar kommunu. 13 umsóknir vóru til starvið.

 

John Syderbø er 46 ára gamal og er útbúgvin búskaparfrøðingur. Hann arbeiðir í løtuni, sum sjálvstøðugur ráðgevi.

John hevur leitt nógvar menningarverkætlanir, bæði hjá tí privata og kommunala. Hann hevur breitt innlit í vinnulív, og hevur eisini innlit og royndir við leiðslu og fyrisiting í kommunalari fyrisiting.

Áður hevur John Syderbø m.a. starvast sum marknaðar- og produktstjóri hjá Føroya Tele frá 2015 – 2021.

John Syderbø byrjar í starvinum mánaðarskifti oktober/november 2022.