Á evniskvøldi í Atlantis fríggjakvøldið kl. 18.30, fer Johnny í Grótinum búskaparfrøðingur at røða um: Týdningin av útbúgving í tí føroyska samfelagnum, Tað er Unga Sjálvstýrið sum skipar fyri.
Fríggjakvøldið 28. oktober kl. 18:30 verður evniskvøld í Atlantis í Klaksvík. Yvirskriftin hetta kvøldið verður: Týdningurin av útbúgving í tí føroyska samfelagnum. Endamálið við tiltakinum er at kunna um, hvussu umráðandi útbúgving er fyri framburði. Tað er Unga Sjálvstýrið, sum skipar fyri tiltakinum.
Sum øllum kunnugt, gongur menningin av samfelagnum við einari rúkandi ferð, og tí er tað altumráðandi, at vit, sum ung eru, eru við til at menna hetta samfelag. Útbúgving er longu blivin ein týðandi partur fyri, at tú skalt kunna gera tína ávirkan, og tað er við hesum fyri eyga, at tiltakið verður skipað.
Røðari verður Johnny í Grótinum, sum er uppvaksin í Klaksvík, og hevur lisið cand. Mag. í Danmark. Í dag er hann formaður í búskaparráðnum.
Eftir tiltakið verður bjóðað til kaffi og køkur. Eisini er møguleiki fyri at síggja málningar eftir Jan Nystrøm.
Øll eru meiri enn hjartaliga vælkomin, hóast at evnið vendir sær mest til tey ungum. Tiltakið kostar kr. 0,- (einki).
Jógvan Skorheim, formaður í Unga Sjálvstýrinum




